Viðmerking til grein í Dimmalætting
Í Dimmalætting seinasta fríggjadag gremja stjórin á Føroya Shell og stjórin í Vinnuhúsinum seg um, at viðgerðin av høga oljuprísinum ikki er saklig og ógrundaðir pástandir verða koyrdir út í fjøðlmiðlunum.
Sjálvur havi eg bæði í skrift óg talu fleiri ferðir víst á, at skipini gjalda meir fyri olju enn teir, vit kappast við.
Eg veit ikki hvørja dokumentatión tey eftirlýsa. Eg havi keypt olju í mong ár, og mannagongdin, tá eg havi spurt um oljuprís er, at ein tekur telefonina og ringir til oljufelagið fyri at spyrja um prísin á oljuni. Prísurin, sum ein fær upplýst, er júst prísurin ein fær oljuna fyri, so einkult er tað.
Seinasta árið hava vit, sum hava við skip at gera, verið sera plágaðir av høgu oljuprísunum og onki er náttúrligari enn at vit so fylgja eyka væl við og eisini hvussu prísurin á olju er aðrastani. Sjálvur havi eg, sum vant, brúkt telefonina fyri at kanna prísin, og seinastu nógvu mánaðarnar hava vit goldið um eina krónu meiri fyri ojuna - tað er bara fakta.
Ein dokumentatión kundi verið at spurt oljufeløgini, hvussu nógva olju langfaraskipini hava keypt í Føroyum seinasta hálvárið, sjálvt um at tey hava verið heima.
At so prísurin er hækkaður rundan um okkum, meðan hann er fallin heima, er so nakað annað og tað ger sjálvandi ójavnan minni.
Í dag kostar ein litur av olju til skip 2,84 kr. liturin og sami litur í Danmark 2,41 kr. - altso er munurin nú 43 oyru.
Vit fara altíð at fylgja væl við og fara eisini at tala at, tá vit halda tað vera neyðugt og tað hevur tað sanniliga verið.
Skipini standa bara fyri einum triðingi av føroysku oljunýtsluni, at so nakrir av teimum, sum umboða hinar báðar triðingarnar eisini eru ónøgdir, er ikki at undrast á.