Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Viðmerking
Nú er 100-ára dagurin hjá Reiðarafelagnum farin afturum og eitt nýtt tíðarskeið liggur fyri framman. Hvat og hvussu tað kemur at vignast, kunnu vit bara gita um.
Árið, sum nú er um at fara, hevur ikki verið eitt av teimum, ið vit fara at reypa av, men í farna árinum eru vit spard fyri vanlukkur, sum hava kostað mannalív umborð á okkara skipum - hetta takka vit skapara okkara fyri.
2008 var árið, tá oljuprísurin tók okkum so fast, at fleiri skip hóraðu ikki undan. Sjálvandi var fiskaprísur og minni fiskiskapur eisini við at draga skeiva vegin, men oljan gav okkum størstu trupulleikarnar. Nú er oljuprísurin á heimsmarknaðinum komin niður á tað, hann var í 2006 og tað er at fegnast um.
Tað er við undran, at vit í Føroyum ikki fáa lut í hesari minkingini. Hóast stóra fallið, betala vit meir enn eina krónu fyri liturin enn allir okkara grannar. Hetta eru teir, vit kappast við og við eini so stórari meirútreiðslu hava vit ikki ein livandi kjans í kappingini.
Hendan trupulleikan kunnu vit ikki liva við og ongi tekin frá oljusølunum boða frá broytingum hesum viðvíkjandi.
Á ráðstevnuni, sum var í farnu viku um co2 útlát, var eitt av mongum uppskotum um at minka um útlátið, at vinnan møguliga skal gjalda co2 gjald fyri at tálma brúkið. Hetta varð blást upp sum stórtíðindi. Vit hoyra onki um, at vit betala meira enn eina krónu meir enn onnur sum er - hesin trupulleikin hevur ikki áhuga hjá fjølmiðlunum sær tað út til.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802