Við verandi gongd - hvar eru vit í 2015?
Skeiva gongdin í fiskivinnuni, har møguleikarnir fyri øktari inntøku minka og útreiðslurnar vaksa.
Í dag hoyrdu vit í útvarpinum stjóran á Maru Seafood siga frá, at úrslitið hjá teimum fyri árið, sum fór, gav stórt hall. Fyri nøkrum døgum síðani var stjórin á Faroe Seafood í fjølmiðlunum og segði frá einum halli uppá 17 milliónir, sum má sigast at vera rættiliga stórt.
Stjórin hjá Vinnuni í Gøtu boðaði frá, at nú fer svartkjaftakvotan helst at minka so nógv, at ikki er ráðiligt at gera stórar íløgur í svartkjaftavinnuna.
Hetta eru nøkur av signalunum, vit hava fingið síðstu tíðina, og tá rokniskapirnir fyri tey stóru skipini á Føroyagrunninum fara at koma, verða eyðvitað nógv stór reyð tøl at síggjast á botnlinjuni.
Í dag kostar ein litur av olju umleið 5 krónur, og er hettar størsta hóttanin hjá okkum. Teir sum fáast við skiparakstur síggja nú tíðiliga skriftina á vegginum, og hvønn veg tað ber.
Einki talar fyri, at oljan ikki heldur fram at dýrka. Vit hava hoyrt serfrøðinagar nevna tøl upp ímóti 200 dollarum fyri tunnuna.
Politikkararnir hava tosað nógv um eina "Visión 2015". Hvat man oljan fara at kosta í 2015. Um vit ímynda okkum, at prísurin verður 8 krónur fyri liturin, ella meira, hvat gera vit tá?
Føroyingar eru nógv upptiknir av at fylgja við veðrinum. Tá lágtrýstini nærkast, er gott at vita, hvussu tey ganga, og hvussu djúp tey verða. Vit fáa forsagnir og kunnu so vera til reiðar, tá ringa veðrið kemur.
Hava vit gjørt okkum nakrar hugsanir um, hvussu fiskiveiðan á landi og sjónum sær út um fá ár, ella lata vit bara standa til og vóna tað besta?
Viberg Sørensen