Nú raplaði fyri Hermanni
Í fylgiblaðnum hjá Dimmu, Punktum , hevur Hermann Oskarson havt fleiri greinir um viðurskiftini hjá fiskivinnuni. Tað sum hevur verið reyði tráðurin er, at reiðararnir hava fingið fiskiloyvi til gávis frá tí almenna.
Um tað er rætt, at fiskiloyvini eru givin og umsitin sum tey eru, kunnu vit verða samd ella ósamd um, men vit kunnu í hvussu er vera saklig, tá ið vit umtala hesi viðurskifti.
Men nú raplaði tað fultkomuliga fyri tí setta stjóranum á Hagstovuni, nú er maðurin farin at filosofera um ein fiskidagamarknað, sum enn bara er eitt hugtak.
Hann skrivar um ein ótta fyri sølu av fiskidøgum. Hvør hevur skapt henda ótta, um hann finst? Er tað ikki júst hesin maðurin, sum hevur fingið reiðararnar fullkomuliga tvørt fyri.
Dugi ikki at síggja, at reiðararnir hava nakað at óttast fyri. Hava reiðarar gjørt nakað óregluligt í sambandi við skipasølur, so er at siga tað bart út.
Nýggja samgongan hevur eina leysliga orðing um hesi viðurskifti, einki er ítøkiligt, uttan bara sjálvt navnið. Fiskidagabanki, Fiskidagabúð og aðrar leysar oðringar. Eingin er enn komin við einari forkláring um, hvussu og hvat, vit vanlig fólk skulu skilja hetta.
Hesa forkláring eiga vit á , øll uttan stjórin á Hagstovuni, hann hevur sæð ljósið.
Hann sær fyri sær hesar beistaríku kraddararnar, sum hann skírir reiðararnar fyri, sum sita og lúra og spekulera uppá, hvussu teir kunnu gera sær dalt av fólksins ognum.
Skilji ikki, hvat maðurin vil við hesum, havi lisið fleiri av greinunum í Dimmu, har tær flestu hava til endamáls at skíra skipaeigararnar sum nøkur bølmenni, sum hava tiltuskað sær nøkur rættindi, sum teir ikki eiga. Hann skrivar um ókeypis rættindi sum gávugóðs frá tí almenna . Hvar var hann, tá góðsi bleiv deilt út, hví fekk hann einki burturav?
Hví skrivar ein almennur stjóri í so niðurgerandi vendingum um teir, sum eru við at skapa virðini í hesum landinum? Fyri ikki so langari tíð síðan, var mangur maður við at fáa bitan í rangastrúpan av tíðindunum í útvarpinum, tá Herman Oskarson segði, at vit sagtans kunnu liva av at klippa hvør øðrum. Tað hevði sømt seg betur at komi við nøkrum konstruktivum uppskotum um, hvussu viðurskiftini í fiskivinnuni skulu skipast.
Teir sum fáast við fiskivinnu á sjógvi sum landi, hava aðra umtalu uppiborna.
Viberg Sørensen