Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Tíðindi
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Uppboðsølutvangið
7. apríl 2009

Nú er uppskotið hjá fiskimálaráðharranum um avtøku av kravinum um allan fisk á uppboðsølu farið fullkomiliga av sporinum.

Í Sosialinum lesa vit, at Fiskimálaráðharrin ætlar at knúsa uppoðsøluna. Hvat er hetta fyri tvætl, sum vaksnir menn varta upp við? Ongin veit betur enn vit, ið hava skipini, hvussu umráðandi tað er at hava eina góða uppoðsølu og at kunna fáa sum mest fyri veiðuna.

Støðan, sum nú er íkomin er, at Føroya Ráfiskaseljarafelag, har vit eru uppií, hevur vent sær til fiskimálaráðið við umbøn um at strika kravið, at allur fiskur skal um uppboðsøluna. Í staðin verður biðið um at kravið kann vera, at allur fiskur skal um føroyskan keikant.

Tað sigur seg sjálvt, at hendan umbønin er send, tí vit hava trupulleikar við at selja okkara veiðu.

Høvuðsuppgávan hjá teimum, ið varða at skipunum, er at fáa so nógv fyri veiðuna sum til ber og at so nógv sum møguligt er eftir at býta til skip og manning. Hetta er ein uppgáva, sum reiðarin skal syrgja fyri og taka vit hetta í fullum álvara og tað vænta bankarnir eisini av okkum.

Í seinastuni er tað tíverri dagliga at fiskur stendur óseldur á uppboðsøluni, tá sølan er liðug. Hesin trupulleikin er so stórur, at vit kunnu ikki liva við hesum. Vanligt er nú, at bara ein partur av tí yngsta fiskinum verður seldur og so stendur eigarin av fiskinum har við óseldum fiski og er so noyddur at koma sum frægast burturúr støðuni, og tað er at taka av náðiboðum, ið koma.

Vit halda, at tá uppboðsølan ikki megnar at selja fiskin, eru vit noyddir at gera tað sjálvir - so einfalt er tað. Vónandi kemur alt í rættlag aftur soleiðis, at vit sleppa undan at fara út sjálvir at selja fiskin.

Manningin eigur sín stóra part av fonginum og væntar sjálvandi eisini, at reiðarin ger alt, sum gerast kann, fyri at fáa sum mest fyri veiðuna.
Fáa skipini líka nógv fyri fiskin á uppboðsøluni, er ongin so býttur at gera nakað annað, men har kunnu vit prógva, at so hevur ikki verið í seinastuni og tá vit so síggja frægari  útvegir, mugu vit gera tað - tað skylda vit bæði manning, og okkum sjálvum.