Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802

Svartkjaftaskipini góðan fiskiskap
20. mars 2009
Føroysku svartkjaftaskipini eru nú farin aftur til fiskiskap, eftir at Fiskimálaráðið mikukvøldið gav skipunum loyvi til at taka fiskiskapin upp aftur fyribils.
Skipini royna vestur úr Írlandi, og umframt tey føroysku skipini royna eisini russisk, norsk og íslendsk skip har á leiðini. Skipini fiska lutvíst í ES-sjógvi og lutvíst í altjóða sjógvi.
Tað hevur viðrað illa seinastu dagarnar, men nú er veðrið betri, og skipini siga frá góðum fiskiskapi. Í gjár fingu skipini upp í 700 tons í tveimum hálum.
Svartkjaftaskipini hava ligið síðan kvotan, ið tey fingu tillutaða í januar, var uppi. Tá fingu skipini loyvi til at fiska av eini felags kvotu upp á 20.000 tons, tó so at hvørt skipið í mesta lagi mátti fiska 3.000 tons. Hjá summum av skipunum rakk kvotan bert til ein fullan túr. Tá skipini góðust í svartkjaftinum í februar, vóru góð 18.000 tons fiskað.
Fiskimálaráðið hevur framvegis ikki boðað frá, hvussu svartkjaftakvotan hjá skipunum, sum tilsamans er um 67.000 tons, skal lutast millum skipini. Hinvegin kunnu skipini ikki verða liggjandi inni, samstundis sum fiskiskapurin er góður, og mikukvøldið gav Fiskimálaráðið so skipunum loyvi til at taka fiskiskapin upp aftur fyribils, meðan bíðað verður endaligu avgerðini, um hvussu stór kvotan verður hjá teimum einstøku skipunum.
