Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802

Russiska fiskirannsóknarstovan PINRO
3. apríl 2009
Í hesum døgum, tá okkara Fiskirannsóknarstova hátíðarheldur 50-ára hátíðardag, er tað kanska uppá sítt pláss at nema við tað, sum gongur fyri seg á fiskigranskingarøkinum í Russlandi.
Russiska fiskirannsóknarstovan í Murmansk eitur Pinro. Fleiri føroyingar hava havt samskifti við hendan stovnin og teir, sum hava verið uppií fiskiveiðusamráðingum við russar, kenna fleiri fólk, ið arbeiða á Pinro.
Nú um dagarnar stóð grein í norska Fiskeribladet har sagt var frá hvørjar lógarbroytingar russar hava gjørt á økinum. Tað hevur verið soleiðis, at Pinro hevur fingið granskarakvotur og hevur so fíggjað virksemið við hesum kvotum - bæði at fiska sjálvir og eisini at selja øðrum.
Nú hevur Dumain í Moskva broytt lógina soleiðis, at allur fiskur, sum havrannsóknarskipini fáa, skal sleppast livandi útaftur, tá royndir og mátingar eru gjørdar. Er fiskurin deyður, skal hann destruerast og beinast burtur - onki við at selja til mjøl ella sovorðið. Hjá okkum hevði tað svarað til at lati fiskin til IRF og goldið fyri burturbeiningina.
Orsøkin til hesa undarligu lógarbroyting skal vera at forða fyri, at kvotur verða seldar undir borðinum. Tað hevur ligið á ljóði í Moskva, at hetta er gjørt fyri at steðga svartari sølu av kvotum.
Hvussu fiskifrøðingarnir skulu bera seg at sigur søgan onki um, men tann, sum kennir russisk viðurskifti veit, at teir fara skjótt at finna gongdar leiðir - í Russlandi er so nógv løgið.

Vónandi koma russisku rannsóknarskipini ikki at liggja so leingi sum hesin.