Nótaskip søkja um MSC-góðkenning
19. februar 2009
Felagið Nótaskip samtykti á fundi í gjár at fara undir eina tilgongd, ið skal enda við, at fiskiskapurin hjá skipunum, sum eru limir í felagnum, fær umhvørvisgóðkenning frá felagsskapinum Marine Stewardship Council - MSC.
MSC lýsir seg sjálvt sum ein altjóða, óheftan felagsskap, ið hevur til endamáls at stuðla ábyrgdarfullan og burðardyggan fiskiskap. Tá ein fiskiskapur, eitt virki o.t. hevur fingið MSC góðkenning, kann fiskurin verða seldur undir umhvørvismerkinum hjá felagsskapinum. Virksemið hjá MSC er í stórum vøkstri.
Umhvørvismerktur fiskur hevur vanliga hægri prís enn ómerktur fiskur, og í teimum londum, har tilgongdin við umhvørvisgóðkenning er komin longst, boða støðugt fleiri av teimum stóru handilsketunum frá, at tær í framtíðini einans fara at keypa umhvørvismerktan fisk.
Felagið Nótaskip fer at søkja um at fáa fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild MSC-góðkendan. Hetta stig verður tikið, tí pelagiski flotin í Danmark, Skotlandi, Írlandi og Hollandi hevur søkt um líknandi MSC-góðkenning, og tað sama hevur Norges Sildesalgslag gjørt. Pelagisku skipini hjá hesum londum fiska ein stóran part av kvotunum av makreli og norðhavssild.
Ein fyritreyt fyri, at MSC merkið kann setast á fiskavøruna úti í handlunum, er at øll liðini frá fiskiskipi til brúkaran hava góðkenning.
Ein MSC-góðkenning fer ikki at broyta nakað í fiskiskapinum hjá føroysku nótaskipunum, tí strandalondini umsita stovnarnar av makreli og norðhavssild eftir burðardyggum langtíðarætlanum.
Ein góðkenningartilgongd kann taka upp til eitt ár.
Felagið Nótaskip