Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Nú er aftur stríð um makrelin, sum íslendingar fiska
30. mars 2009

Ísland er ikki við í avtaluni, sum Norra, EU og Føroyar hava sínamillum.
Í fjørð veiddu íslendingar 112.000 tons av makreli í teirra sjógvi. Íslendingar vilja sleppa uppí part, men higartil hava vit, saman við hinum báðum pørtunum, sagt nei.
Orsøkin til, at íslendingar ikki sleppa við er, at londini, sum fiska meina, at hetta er ein stovnur og at ikki meira má takast úr stovninum enn tað, ið semja er um nú. Og fara íslendingar at fiska tað, teir siga seg ætla, fer tað at gera, at stovnurin verður niðurfiskaður.

Íslendingar siga at makrelurin er í íslendskum sjógvi og tað er ikki meir enn rímuligt, at teir fáa sín part og tá teir ikki sleppa uppí eitt býti, tilluta teir sær sjálvum ein part.
Norska reiðarafelagið er í øðini og vil seta tiltøk ímóti íslendingum fyri ólógligan fiskiskap.

Spurningurin er nú hvat gera vit. Tá so nógvur makrelur er í íslendskum sjógvi, er ongin ivi um, at nógv er til í okkara sjógvi. Seinast vit samráddust við norðmenn um makrel hildu vit, at vit vóru fyri vanbýti í ólukkumát, men sum ikki einaferð høvdu vit ikki nógv at velja í.

Orsøkin til tað avtaluna var, at skipini í Barentshavinum ikki sluppu í norskan sjógv í bestu fiskitíð.

Hvussu nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi mugu vit bara gita um so longi vit hava samstarvsavtuluna við Norra og EU.

Kunnu vit liva við hesum? Tað er ein ógvuliga viðkomandi spurningur, sum vit mugu taka til viðgerðar. Er nógvur makrelur í okkara sjógvi - og tað er tað nakað, ið týður uppá - eru tað stór virðir vit tosa um.

Er tað nakað vit hava brúk fyri júst nú er tað størri virðir, hetta er ein ógvuliga viðkomandi spurningur, sum okkara fiskiveiðumyndugleiki má taka upp.

Frettir 27. mars 2009 - les her