Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Tíðindi
Kongafiskaveiðan í Irmingahavinum
12. februar 2009

í gjár samdust londini í NEAFC um kongafiskaveiðuna í Irmingahavinum. Støðan hjá kongafiskastovninum er so vánalig, at nakað má gerast, men at semjast um nakað skilagott sær út til at vera vónleyst. Vit vilja sjálvandi fiska so nógv sum gjørligt, men eru eisini noydd til at vísa skynsemi, tá hini londini eru samd um at minka veiðuna.

Tá er ein kassi á gýtingarleiðini, har veiðan hevur verið avmarkað, og nú samdust londini um at minka fiskiskapin úr 30 niður í 15 % í tíðarskeiðinum 1. apríl til 10. mai. Hetta er besta fiskitíðin og tað er við ringum tannabiti, vit góðtaka hetta. Loyvt verður at fiska 597 tons ímóti 722 tonsum, sum vóru veidd í fjør í sama øki sama tíðarskeið.

Annars var semja um at økja veiðuna frá 65% til 70% av 3.980 tonsum í sama kassa, men sum sagt, bara 15% í áðurnevnda tíðarskeiði.

Tá liðugt var, segði Emanuel Rosing fyri Grønland, at nú vóru allir glaðir , ”undtagen rødfisken”. Hetta er sannleikin, tá hugsað verður um støðuna í stovninum.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
FAROESE
FISH MARKET
MRCC Tórshavn
WEATHER: