Fiskirannsóknarstovan fyllir 50 ár í dag
2. apríl 2009
Vit fara herfrá at ynskja okkara Fiskirannsóknarstovu tillukku við degnum. Tá sagt verður “okkara” meina vit tað, og eru sannførdir um, at tað er alneyðugt við hesum stovni.
Fiskirannsóknarstovan var sett á stovn við tí endamáli at stuðla undir føroyskan fiskiskap og tað er vælsaktans fremsta endamálið enn.
Næsta endamálið var, at okkara politiska skipan skuldi hava onkran at ráðgeva sær í fiskivinnumálum, tá teir ymsu spurningarnir skuldu svarast og avgerðir skuldu takast.
Ofta hava vit verið so flúgvandi ósamdir við fiskifrøðingarnar og í ávísum førum eru vit tað enn, men hetta sigur okkum bara, at tað er eitt livandi samfelag vit liva í, har nógvir menn fylgja væl við í hvat hendir. Hetta er jú sjálvt lívsgrundarlagið vit tosa um og sjálvandi eru meiningarnar nógvar.
Tá fiskifrøðingarnir skulu rágeva, er ikki altíð so lætt at navigera ímillum allar teir ymsu veiðuhættirnar. Áhugamálini eru so ymisk og tað vil so vera, at tann veiðan ein sjálvur er í, er tann einasta rætta.
Ein veikleika halda vit herfrá er, at Fiskirannsóknarstovan mangan er í so anonym. Tað hevði verið ynskiligt, at fiskifrøðingarnir komu oftari umborð á okkara fiskifør, fáa sær ein kaffimum í messuni og so taka teir ymsu spurningar til viðgerar har. Tað hevði fingið manga misskiljing burtur og har í messunum eru ofta nógv gullkorn at finna. Vit mugu minnast til, at menn, sum alt lívið eru til fiskiskap, eru reinir databasar og teir flestu lata gleðiliga frá sær av lívsvísdóminum. Vónandi fara tey av Fiskirannsóknarstovuni at síggjast meir umborð á okkara skipum.
Nú er eitt nýtt havrannsóknarskip komið á tekniborðið og reiðiliga tað. Tað er ein sjálvfylgja, at vit eru ímillum teir fremstu, tá tað snýr um at granska havið. Vit búgva mitt í havinum og liva av hesum sama havið, sum er grundarlagið undir allari vælferð í Føroyum.
Vónandi klára vit at fáa hetta nýggja skipið bygt skjótt soleiðis, at tað kann fara at geva okkum meiri vitan um tað, sum gongur fyri seg undir vatnskorpuni. Vit halda okkum mangan vita, men mugu ferð eftir ferð ásanna, at nógv manglar í.
Einaferð enn hjartaliga tillukku við degnum