Framtíð okkara í Evropa
16. mars 2009
Nú Ráðstevnan hevur verið í Norðurlandahúsinum um framtíð okkara í Evropa, sita vit eftir við eini kenslu av, at Føroyar kunnu enda úti á síðulinjuni so ella so um Ísland og kanska Norra søkir um limaskap.
Høvuðstalarin var Torvald Stoltenberg. Hann greiddi væl frá sínum sjónarmiðum, sum vóru, at um Evropa varð samlað, var vandin fyri kríggi burturi. Tað er eitt gott sjónarmið, men um Føroyar eru uttan- ella innanfyri EU er líkamikið í tí høpi - har hava vit onga ávirkan. Men Torvald er ein kapasitetur, sum tað var ein frøði at lurta eftir.
Íslendski Benedict Johannesson var skiliga fyri limaskapi, men tað var virðið á íslendsku krónuni og hvussu illa tað ber til hjá einum so veikum gjaldoyra at standa einsamalt, sum fekk hann at velja EU. Vit hava ikki handan trupulleikan, men skilja íslendska hugburðin.
Norski Foss væntaði, at um vit komu uppí EU, fara vit at varðveita okkara rættindi. Men hann bara metti.
Poul Degnbøl, sum er biologur og dani, greiddi frá um hvussu teir gera í Bruxelles í samband við lógarsmíð innan fiskivinnuna í EU. Tað, sum stóð eftir var, at vit koma neyvan at fáa tað stóru ávirkanina.
Spurningarnir eru nógvir og eru ikki færri aftaná ráðstevnuna.
Hvat og hvussu verður við okkara sjálvsavgerðarrætti til fiskatilfeingið, sum vit hava í dag er tann brennandi spurningur. Kunnu vit innanfyri EU samráðast við onnur lond um fiskiveiðiavtalur? Tann spurningin fingu vit ikki greitt svaraðan.Hetta er av avgerandi týdningi fyri okkum. Alt rokið, sum var aftaná gjørdar avtalur við Russland og Norra - skulu tey viðurskiftini avgerast í Bruxelles um vit verða limir?
Løgmaður sigur ofta, at vit skulu ikki gita, men vita. Enn er ikki nakað ítøkiligt komið fram, so fyribils er alt bara gitingar.
Spurningurin um, hvussu vit kunna koma uppí Evropeiska felagskapin um vit velja tað, er eisini stórur, nógv størri enn fiskivinnupolitikkurin og má eisini greiðast fyrst.
Tað má verða minsta krav nú, at okkara politikkarar seta seg væl og virðiliga inn í málið og lata okkum fáa at vita, hvat ætlanin er.
Okkara Løgting má fyrst gera av, um vit ætla at søkja um limaskap og síðani greiða teir tjóðskaparligu spurningarnar.
Tá fyrst kunnu vit byrja at hugsa um okkara fiskivinnu í EU høpi.