Føroya Reiðarafelag
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
telefon +298 311800
telefax +298 320380
Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
FØROYA REIÐARAFELAG faroe shipowners´ association


Føroyar og ES gjørt avtalu fyri 2009
Føroyar og ES komu í gjár ásamt um fiskiveiðuavtaluna fyri 2009. Samráðingarnar vóru í Keypmannahavn, og høvuðsevnið í samráðingunum var svartkjaftakvoturnar.
Í 2008 fingu Føroyar 17.340 tons av svartkjafti frá ES, og vit høvdu atgongd til at fiska 60.000 tons av okkara kvotu í ES-sjógvi.
Tá samráðingarnar byrjaðu, boðaði samráðingarleiðarin hjá ES frá, at teir ongan áhuga høvdu í at gera avtalu um svartkjaft í 2009, tí teir hava sjálvir brúk fyri øllum svartkjaftinum.
Úrslitið av samráðingunum var tó, at partarnir samdust um eina avtalu, sum gevur Føroyum eina kvotu upp á 8.800 tons, og Føroyar fáa atgongd til at fiska 30.000 tons av okkara svartkjaftakvotu í ES-sjógvi.
Makrelkvoturnar hjá báðum pørtum eru hækkaðar við 33 prosentum, ið er tað sama, sum strandalandakvoturnar eru hækkaðar. Hetta gevur Føroyum 200 tons av makreli afturat, og í 2009 kunnu vit fiska 8.800 tons í av okkara makrelkvotu í ES-sjógvi.
Fyri lækkingina í svartkjaftakvotuni fingu Føroyar 2.500 tons afturat av rossakamreli, og 2.500 av nebbasild.
Føroyar settu fram ynski um at sleppa at royndarfiska eftir sonevnda trompet-fiskinum í ES-sjógvi. ES var positivt sinnað fyri hesum ynski, og partarnir hava avtalað at taka henda spurningin upp á fyrsta felagsfundinum í 2009.