Føroya Reiðarafelag
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn

telefon +298 311800
telefax +298 320380
shipown@post.olivant.fo

Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
FØROYA REIÐARAFELAG            faroe shipowners´ association
Tíðindi
Veðurlagsráðstevnan 2008


Veðurlagsbólkurin undir Innlendismálaráðnum hevur latið úr hondum frágreiðing við heitinum “Skjótt syftir seiðir og tunga takið” og verður her sipað til, at nøkur tiltøk kunnu lætt og skjótt setast í verk, meðan onnur harafturímóti krevja kanningar og tungar politiskar avgerðir.

CO2-avgjald skal leggjast á brennievni, var eitt av tilmælunum í virkisætlaniniog fyrr hava vit hoyrt um tilfeingisgjald umframt at støðan í dag er tann, at tey skip, sum bunkra uttanlands, gjalda eina krónu minni fyri oljuna enn tey gera her heima. Skipaflotin eigur ein triðing av føroyska útlátinum, men Jóhanna Olsen, forkvinna í arbeiðsbólkinum, ivast í um vinnan kann klára seg við verandi oljuprísum.

Viberg Sørensen legði fram tøl, ið vísa, at í 1990 brúkti fiskiflotin umleið 70.000 tons av olju. Í 2007 81.000 tons og tølini fyri 2008 vísir, at brúkið er minkað við 18% í mun til 2007 – tvs. at nýtslan í 2007 er umleið 67.000 tons.

16. desember 2008