P/F Líðin bleiv fríkent í Føroya Rætti
24. apríl 2009
P/F Líðin bleiv fríkent í Føroya Rætti í sakarmálinum,
sum FF hevði lagt móti reiðarínum um endurgjald fyri
at hava havt útlendska manning umborð.
- Sum skilst, fer FF í dag at gera av, um teir fara at
kæra dómin til Landsrættin. Málið er uml. 3 ára
gamalt, og snýr seg um, at rækjutrolarin Arctic Viking
hjá P/F Líðini í Kollafirði, hevði nakrar litavar við, eftir at skipið var komið aftur undir føroyskt flagg, aftaná at hava verið skrásett í Litavia.
Arctic Viking var skrásettur í Litava í 2004 og 2005, meðan ringast stóð til hjá hesum partinum av flotanum. FF meinar, at litavarnir ikki skuldu teljast við, tá avroknað varð, meðan reiðaríið vísti til javnbýtisregluna, har sagt verður, at tey 27 prosentini skulu býtast javnt millum allar menninar umborð. Rætturin meinti, at FF ikki kundi vísa til, at sáttmálapartarnir hava havt aðra meining við tekstinum, enn hvat beinleiðis stendur í tekstinum. Sum áður sagt, so fer FF í dag at gera av, um teir kæra dómin til Landsrættin.