100 ÁR
Í dag, 16. desember 2008, eru 100 ár liðin síðan menn, sum áttu skip, komu saman í Havn. Støðan hjá teimum var so vánalig, at fleiri væntaðu ikki at fáa skipini útaftur.
Tingakrossur skrivaði: Færøske redere fra alle kanter af øerne har i disse dage været samlet her i byen til drøftelse af vore i øjeblikket ret fortvivlede fiskeriforhold. Hensigten er blandt at oprette en rederiforening og i det hele taget få bragt en ordning til veje få bragt en ordning til veje på dette område.
Dimmalætting skrivar tað sama og tosar um “økonomisk undergang for mange hjem hvis kutterfiskeriet stopper”.
Tá fiskaðu vit bara undir Føroyum, onkur roynd hevði verið í Íslandi, men ikki nakað serligt kom burturúr. Fiskiskapurin var nógvur á Føroya Banka og annars her um oyggjarnar.
Tá Reiðarafelagið var stovnað, komu hesir í fyrstu nevndina: Carl Mortensen og Jacob Dahl fyri Suðuroynna, Sørin Müller og Sofus Evensen fyri Streymoynna, Rasmus Niclasen fyri Vágoynna, Sámal Petur Petersen fyri Eysturoynna og J.C. Djurhuus fyri Norðoyggjar. Fyrsti aðalfundur var hildin á Tvøroyri 4. desember 1909.
Tá var bara sluppfiskiskapur og allir vóru so at siga í sama báti, og tí vóru umboðini í nevndini vald um alt landið. Í dag er hetta broytt til at nevndin er samansett av umboðum fyri ymsu bólkarnar.
Nevndin í Reiðarafelagnum er í dag valdur sum umboð fyri ymsu bólkarnar. Tað eru 8 ymiskir skipabólkar í felagnum og nú er Jóhannus Olsen umboð fyri Línuskip, Hanus Hansen fyri Flakatrolarnar, Jónsvein Knudsen fyri Partrolarar, Johan Joensen fyri Rækjuskip, Marner Lisberg fyri Lemmatrolarar, Dánjal Johansen fyri Ídnaðarskip, Jógvan Jespersen fyri Nótaskip og Viberg Sørensen fyri Garnaskipini.
Hóast hesa broytingina, er alt landið rímiliga væl umboðað í nevndini.