Føroya Reiðarafelag Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
telefon +298 311800
telefax +298 320380
shipown@post.olivant.fo

Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
FØROYA REIÐARAFELAG            faroe shipowners´ association  
frá formanninum
Nú táttar listaprísurin á olju til skip í 6 krónur uppá liturin.

Sum støðan hjá okkara fiskiskipum er  nú, mugu vit bara ásanna, at vit eru í eini so stórari kreppu, sum vit neyvan hava verið í áður.
Reiðarafelagið var í gjár á fundi við Løgmann og Fiskimálaráðharran, har teir vórðu kunnaðir um støðuna, umboðini fyri ymsu bólkarnar greiddu frá, hvussu torfør støðan er.
Ringast er støðan í Suðuroynni, har flestu stóru trolararnir eru, men nú fara skip at verða løgd um alt landið, tað ber snøgt sagt ikki til at dríva trolfiskiskap við so dýrari olju.
Fleiri av skipunum koma inn full undir lúkurnar, men tá ein reiðari sær, at  skipið hann hevur ábyrgd av, hevur størri útreiðslur enn inntøkur hevur hann onki valg enn at leggja skipið við kei.
Línubátarnir brúka minni olju, men hjá teimum er støðan ring vegnað fólkatrot, har er ongin broyting at hóma. Nýggja útlendingalógin fer vónandi at bøta um støðuna hjá línubátunum.
Vit mugu bara ásanna, at fiskiflotin hevur so stórar trupulleikar at dragast við, sum vit neyvan hava vita um fyrr.

Viberg Sørensen, formaður