Føroya Reiðarafelag Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
telefon +298 311800
telefax +298 320380
shipown@post.olivant.fo

Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
FØROYA REIÐARAFELAG            faroe shipowners´ association  
Sjónarhornið
Óli Lassen, reiðari:

Fiskivinnuni manglar fólk.

Tað er heilt óskiljandi, at menn í álvara kunnu siga, at fiskivinnuni ikki manglar fólk. Flakavinnan á landi manglar nógv fólk og stjórarnir á Kósini og Fiskavirking eftirlýsa fólk. Eisini liggja fleiri skip orsaka av starvsfólkatroti. Tað eru meiri enn 10 útróðrarbátar, ið liggja, tí teimum manglar fólk, sjálvt um úrtøkan hjá útróðrarmonnunum er góð.

Fiskivinnan stendur fyri meiri enn 95% av okkara vøruútflutningi og er tað óskiljandi, at henda vinnan skal niðurgerast, og at menn ynskja, at fólk skal fara úr fiskivinnuni – skullu øll arbeiða í Havn og kopiera, kontrolera og kommunikera hvør við annan. Tá verða sanniliga eingi sveggj í búðskapinum, men svangligt hjá Oskarsyni og Sigurdi, skulu øll liva í tænastuvinnuni og byggja hús og klippa hvør øðrum ?

Felagið Línuskip veit so, at teimum manglar sera nógvar hendur í Føroysku Fiskivinnuni, og vilja vit heita á mynduleikararnar og almennar stovnar, um at verða viðspælarar heldur enn mótspælarar.