Endur skoðað skipan fyri bólk 5
Verandi skipan
Lógin um vinnuligan fiskiskap heimilar fyri og ásetir beinleiðis serskipanir fyri bólk 5
samanborið við restina av fiskiflotanum undir fiskidagaskipanini. T. d. kunnu útróðrarbátar undir
15 tons ikki umseta fiskidagar, kunnu ikki leggja loyvi saman í sambandi við útskifting til størri
bát, og hugtakið veiðuloyvi er avtikið fyri henda skipabólkin. Eisini verða í kunngerð nr. 105 frá
14. september 2005 um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal til útróðrarbátar undir 15
brt. ásettar serligar treytir fyri, hvør útróðrarbátur kann fáa fiskiloyvi sum fult rikin; hesar taka
støði í veiðunøgd, virði
og aðrari inntøku hjá eigara/útróðrarmanni.
Grein 31 í lógini um vinnuligan fiskiskap hevur ásetingar um, at talið av fiskiførum av
fiskiførum undir fiskidagaskipanini ikki skal verða størri enn talið ein ávísan dag – 1. januar
1995. Frá mars 2002 varð hetta strikað fyri bólk 5, samstundis sum tað varð ásett, at
útróðrarbátar undir 15 tons, ið ikki høvdu havt fiskiloyvi fyri 1. januar 1995, ikki kundu fáa
fiskiloyvi. Henda ásetingin varð tó strikað í mai 2003, tó uttan at seta nakrar reglur ístaðin.
Tað hevur áður verið víst á, at broytingin frá mars 2002 hevur volt stórar umsitingarligar tvørleikar
á Fiskivinnustovuni. Neyðugt hevur verið at fingið vissu fyri, um bátarnir hava verið
skrásettir fyri 1. januar 1995, ella um báturin er komin í flotan fyri annan bát, sum varð
skrásettur fyri 1. januar 1995. Eitt annað fyribrigdi – og tað sum kanska hevur verið tyngst
umsitingarliga – er, at í 1996/1997 varð gjørt av at veita bátum í bólki 5 fiskiloyvi, hóast teir ikki
høvdu veiðuloyvi. Hetta varð gjørt við støði í ásetingini í grein 5, stk. 4 um fyribils avmarkað
fiskiloyvi – tó uttan at víst varð beinleiðis til hesa ásetingina.
Tá løgtingið í mars 2002 samtykti at broyta grein 31 og samtykti ásetingina í stk. 2, var ikki
longur heimild fyri at veita bátum, sum á fyrsta sinni høvdu fingið fiskiloyvi eftir 1. januar 1995,
fiskiloyvi aftur. Hetta hevur kravt nógv umsitingarliga av Fiskivinnustovuni, og einstøk av
hesum málunum eru endað sum sakarmál í rættinum ella eru kærd til løgtingsins umboðsmann.
Ikki altíð hevur Fiskimálaráðið fingið viðhald fyri sínum sjónarmiðum.
Skipanin frá mars 2002 ásetti, at bátar, ið fyrstu ferð eru skrásettir eftir 1. januar 1995, ikki
kunnu fáa fiskiloyvi. Tó ber til at flyta fiskiloyvi av einum øðrum báti á ein annan, sum er
skrásettur eftir 1. januar 1995 og ikki er størri enn tann, sum verður tikin út. Á tann hátt ber tí til
at fáa fiskiloyvi til ein bát, sum ikki hevur verið skrásettur fyri 1. januar 1995. Hetta ger, at stórur
gravgangur er eftir bátum, sum eru skrásettir fyri 1. januar 1995 fyri síðani at flyta loyvi á ein
annan nýggjan bát. Hetta gevur eisini nógva umsiting. Ikki bara tí málini eru nógv í tali, men
eisini tí greiningin av málunum kann vera sera trupul.
Ein vansi, sum Fiskivinnustovan hevur rent seg í í sambandi við fiskiloyvini, eru sjálvar
skrásetingarnar av bátunum í bátayvirlitinum. Er ein stuttleikabátur at rokna sum fiskifar, ið kann
fáa fiskiloyvi til vinnuligan fiskiskap ? Tað sama er galdandi fyri bátar, sum eru skrásettir at
verða brúktir í sambandi við aling; er ein slíkur bátur eitt fiskifar ? Í sambandi við at nýggj
kunngerð um bátar í bólki 5 varð lýst í september 2005, er avgerð tikin um ikki at skilja millum,
hvat slag av skráseting talan er um. Er báturin ikki ræðisavmarkaður og er skrásettur fyri 1.
anuar 1995, fær eigarin fiskiloyvi.
2
Samstundis er eisini við broyting í kunngerðini um árskiftið tikin avgerð um at geva teimum
bátum fiskiloyvi, sum hóast teir hava verið skrásettir fyrstu ferð eftir 1. januar 1995 kortini hava
fingið fiskiloyvi fyri 31. august 2002.
Við broytingunum í kunngerðini fyri útróðrarbátar undir 15 tons síðani í september 2005 er
regluverkið vorðið greiðari og avgreiðslan av fiskiloyvum til hesar bátar eisini munandi lættari.
Men tað er tørvur á (politiskt) at taka støðu til, um verandi skipan við fiskiloyvum til smærri
útróðrarbátar skal broytast meir. Hóast broytingar eru gjørdar, eru framvegis nógv ivamál, sum
koma fram í orðaskiftinum. Ein greið støðutakan til, hvussu fiskiloyvi verða latin bátum undir 15
tons, er neyðug. Knýtt afturat hesum er, um allir bátar skulu verða undir skipan við fiskiloyvum.
Tørvur er á eini skipan, sum er einføld bæði fyri brúkaran og umsitingina.
Almennar ásetingar
Sum almennar ásetingar í lógini um vinnuligan fiskiskap kunnu nevnast endamálsorðingarnar í
grein 2, at tilfeingið skal verða umsitið burðardygt lívfrøðiliga og búskaparliga at tryggja m. a.
støðugar arbeiðsog
inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið.
Í grein 6 er ásett, at tann, ið ætlar sær at avreiða, skal søkja um fiskiloyvi. Um bert verður veitt til
húsbrúks, krevst ikki fiskiloyvi. Sostatt krevst fiskiloyvi fyri at kunna reka vinnuligan fiskiskap
(avreiða), men fiskiskapur til húsbrúks kann fara fram uttan fiskiloyvi.
Í grein 7 eru treytir um, hvør kann eiga fiskifar undir føroyskum flaggi og fáa fiskiloyvi. Hetta
skulu vera persónar, sum hava fast tilknýti til Føroyar, allir skulu vera skrásettir í
fólkayvirlitinum seinastu tvey árini og vera fult skattskyldugir í Føroyum. Er talan um partafelag,
eru líknandi treytir settar, tó so at útlendskur eigaraog
avgerðarpartur kann vera upp til 1/3.
Grein 8 ásetir treytir fyri útskifting av fiskifari og fyri samanleggingum av veiðuloyvum.
Samsvarandi stk. 8 er ikki heimild fyri at leggja fiskiloyvi hjá bátum undir 15 tons saman.
Í grein 9 er heimilað landsstýrismanninum at áseta reglur um, hvør er at meta sum fult rikin og
ikki fult rikin útróðrarmaður og reglur um inntøkumark. Henda heimild verður brúkt sum
grundarlag undir kunngerð, ið ásetir treytir fyri, hvussu útróðrarbátar/menn í bólki 5 verða
flokkaðir í fult riknar og ikki fult riknar. Við heimild í grein 29, stk. 4 ásetir landsstýrismaðurin í
somu kunngerð reglur um, hvussu fiskidagarnir verða býttir millum fult riknar og ikki fult riknar
útróðararbátar/menn. (Kunngerð nr. 105 frá 14. september 2005).
Grein 29, stk. 1 ásetir tað talið av fiskidøgum, sum loyvt verður hvørjum bólki sær at brúka í
einum fiskiári – eisini bólki 5.
Ein hugsað skipan
Málið er at gera eina einkla skipan.
Skipanin við fult riknum útróðrarbátum, sum reka útróður við bátum undir 15 tons verður
varðveitt. Men treytirnar fyri at verða roknaður sum fult rikin útróðrarbátur í bólki 5 verða
skerpaðar. Hesar skulu endurspeglað, at útróðurin er livibreyðið hjá útróðrarmanninum. Markið í
3
dag upp á 84.000 kr í avreiðingarvirði eigur at verða sett til um 4500.000,
tá hædd er tikin fyri,
at báturin skal hava um eina helvt av avreiðingarvirðinum. Og verður upphæddin sett rímuliga
høgt, er ikki neyðugt at hava ásetingar um mest loyvdu inntøku frá øðrum enn útróðri. Hetta
hevði lætt munandi um umsitingina.
Funnið skal verða fram til ein hóskandi prosentpart av fiskidagatalinum í bólki 5 sambært grein
29 í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum skal verða latin teimum fult riknu útróðrarbátunum –
5A. Tá treytirnar verða skerpaðar, verða nokk færri loyvi í 5A, so prosentparturin kann lækkast
sammett við verandi 40%. Hesum bólkinum eiga at verða givnar umstøður at kunna reka
veruligan vinnuligan útróður.
Allir aðrir útróðrarbátar undir 15 tons fáa fiskiloyvi sum ikki fult riknir útróðrarmenn/bátar at
fiska innan fyri tað resterandi fiskidagatalið tillutað øllum bólki 5, tá fiskidagatalið hjá teimum
fult riknu er farið burturav. Hetta merkir í veruleikanum, at allir bátar kunnu fáa fiskiloyvi –
antin sum fult rikin ella sum ikki fult rikin. Trongdin at skula keypa fiskiloyvi og fáa tað flutt á
ein annan og gjarna nýggjari og effektivari bát fellur burtur. Og ræðisavmarkingarnar fyri bólk 5
fara í søguna.
Ein slík skipan hevði umsitingarliga verið munandi minni krevjandi.
Tekur henda skipanin hædd fyri teimum almennu ásetingunum í lógini um vinnuligan fiskiskap ?
Útróður við bátum undir 15 tonsum verður staðfestur at verða bæði við fult vinnuliga riknum
bátum og við ikki fult vinnuliga riknum bátum. Tað, at tað verður møguligt hjá øllum bátum at
fáa fiskiloyvi, ger, at skipanin livir upp til fatanina um, at slíkur útróður er ein lívsstílur hjá
mongum føroyingi – tað er ein aldargamal siður at kunna fara á flot og at avreiða. Verandi
skipan forðar fyri hesum, tí bert teir, sum áttu bátar fyri 1.janaur 1995, hava síðani mars 2002
havt henda rættin. Allir hava rætt at fiska til húsbrúks, men at kunna avreiða er ein
framíhjárættur, sum nakrir hava.
Fiskiskapurin skal fara fram við atliti at tí av løgtinginum samtykta fiskidagatalinum fyri bólk 5
– fyri allar bátar, sum avreiða. So í so máta eru atlit tikin til veiðuorkuna.
Nakað annað er, at atfinningar kunnu setast fram í sambandi við, at møguleiki verður fyri at
útvega sær nýggjar bátar, uttan at tann verandi báturin verður ræðisavmarkaður og fer úr
fiskiskapinum. So tann samlaða tekniska fiskiorkan kann vætnast at gerast størri, men dagatalið
sjálvt verður kortini ikki størri.
Um hetta skal gjøgnumførast, er helst neyðugt at gera broytingar í grein 8, stk. 1. Verður frítt at
fáa sær annan bát, er ógrundað at leggja fiskiloyvi saman ella at flyta loyvi av einum báti á ein
annan. Tí verður ásetingin í § 8, stk. 1 um, at fiskiorkan ikki skal gerast størri, ógrundað fyri bólk
5.
Niðurstøða
Verandi skipan við fiskiloyvum til bólk 5 er alt ov krevjandi umsitingarliga. Misnøgd valdar, tí
lógarog
kunngerðargrundarlagið í mangar mátar hevur verið og er ikki nøktandi. Verandi
skipan tekur ikki hædd fyri útróðri sum lívsformi hjá honum, sum ynskir tað.
4
Afturhald við veiðuorkuni er ein av hornasteinunum undir fiskidagaskipanini og í lógini um
vinnuligan fiskiskap sum heild. Hugskotið, sum er lagt fram frammanfyri, er veikast júst í
sambandi við veiðuorkuna. Tað er grundleggjandi, at orkan skal ikki økjast. So her hevur hetta
hugskotið ein trupulleika.
Men verða avmarkingar settar fyri, hvør kann fáa fiskiloyvi, verða vit at halda fram við eini
lutfallsliga umfatandi umsiting, samstundis sum nøkrum verða givin framhaldandi framíhjárættindi
at reka vinnuligan útróður sum part av gamla lívsformi føroyinga. Teir føroyingar, sum
hava fingið sær bát aftaná 1. januar 1995, fáa ikki henda møguleika.
Hvussu við møguleikunum at búleikast á smáplássum, har júst útróður við smærri útróðrarbátum
hevur verið eitt gott og neyðugt íkast til tann lívsformin hjá mangari familju á bygd ? Skal tað
verða strikað ?
Henda hugsaðua skipanin, har treytirnar fyri at verða roknaður sum fult rikin útróðrarbátur verða
skerpaðar, samstundis sum avmarkingarnar fyri, hvør ið kann fáa fiskiloyvi sum ikki fult rikin,
verða avtiknar, kemur í stríð við grundleggjandi prinsippið í lógini um vinnuligan fiskiskap um
ikki økta veiðuorku. Hetta eigur at verða umhugsað meiri nágreiniliga. Skipanin hevur við sær
munandi liðiligari umsiting. Skipanin tekur hædd fyri vinnuligum útróðri við smærri
útóðrarbátum undir 15 tons sum lívsstíli hjá føroyingum.
ak