LÓGIR
fyri

FØROYA
REIÐARAFELAG

Høvuðsinnihald

Navn og heimstaður
Endamál
Limaskapur
Aðalfundurin
Eykaaðalfundur
Lógarbroyting
Nevndin
Fyrisæti
Samsýning
Fíggjarviðurskifti
Limagjald
Skyldur og rættindi
Brot og sekt
Uppsøgn av limaskapi
Avtøka av felagnum


Navn og heimstaður

Gr.  1

Navn felagsins er Føroya Reiðarafelag, og er setur felagsins í Tórshavn.


Endamál

Gr.  2

Endamál felagsins er at savna allar føroyskar reiðarar til at útinna felags áhugamál, m.a. at gera sáttmálar við feløgini fyri manningarnar á føroyskum fiskiskipum, eins og á øðrum økjum at verja felags áhugamál limanna.

Limaskapur

Gr.  3

Reiðarar fyri fiskifør yvir 20 bruttotons kunnu gerast limir í felagnum við at venda sær til felagið og um nevndin játtar teimum limaskap.

Aðalfundurin

Gr.  4

Aðalfundurin hevur hægsta ræði í felagnum. Atkvøðurætt á aðalfundinum hava felagslimir við einari atkvøðu fyri fiskifar yvir 20 brt., sum teir eru ánarar av ella reiðarar fyri.
Er reiðaríið eitt felag ella hevur tað fleiri ánarar, eigur hann, ið skal útinna atkvøðurættin, áðrenn aðalfundin, at prógva henda rættin fyri felagsformanninum ella fyri aðalfundinum.
Einans limur kann møta sum fulltrúi fyri annan lim og bert við skrivligar fulltrú frá avvarðandi limi

Gr.  5

Tann vanligi aðalfundurin verður hildin eina ferð um árið í tíðini mars ella apríl. Aðalfundurin verður hildin í Tórshavn.
Nevndin ásetir tí og stað fyri aðalfundin, sum verður kunngjørdur limunum við minst 14 daga ávaring við lýsing í føroysku bløðunum, ið koma út minst eina ferð um vikuna.

Gr.  6

Øll mál felagnum viðvíkjandi kunnu verða viðgjørd á vanliga aðalfundinum.
Allar samtyktir á aðalfundinum skulu verða skrivaðar í gerðabókina.
Um ikki formaðurin leiðir fundin, kann aðalfundurin velja ein fundarstjóra.
Har ikki annað er tilskilað í lógunum, verða allar avgerðir samtyktar við vanligum meiriluta. Eingin kann greiða atkvøðu í egnari søk.

Gr.  7

Í nevndini sita 7 limir, tveir fyri Streymoy, tveir fyri Suðuroy, ein fyri Vágoy og ein fyri Norðuroyar, ið aðalfundurin velur millum felagslimirnar fyri 3 ár í senn og soleiðis, at tveir og tríggir fara frá á hvørjum ári, í somu raðfylgju, sum teir standa nevndir frammanfyri.
Nývaldur nevndarlimur fylgir raðskipanini hjá honum, hann kemur inn fyri.
Nevndarlimirnir eiga um gjørligt eisini at umboða teir ymsu veiðihættirnar.
Afturval er loyvt.
Til tiltaksmenn fyri nevndina verða valdir 5 felagslimir, ein úr hvørjum av teimum í 1. petti nevndu landspørtum, og fer val fram hvørja fer nevndarlimur verður valdur innan viðkomandi øki sambært raðfylgjuna.
Somuleiðis verður løggildur roknskapargrannskoðari valdur.

Dagsskráin á vanliga aðalfundinum er henda:

1.Framløga av limalista
2.Frásøgn nevndarinnar frá farna árinum
3.Framløga av grannskoðaðum roknskapi frá farna árinum.
4.Val av nevnd og tiltaksmonnum
5.Val av løggildum grannskoðara
6.ásetan av limagjalldi.
7.Ymist






Eykaaðalfundur

Gr.  8

Eykaaðalfundurin í felagnum kann verða hildin, tá nevndin heldur tað verða neyðugt, ella tá ið limir, ið umboða minst atkvøðum, krevja tað. Nevndin avgerð tíð og stað. Lýst verður til eykafundar á tann hátt og so langt frammanundan, sum nevndin avger.

Lógarbroyting

Gr.   9

Lógarbroyting kann fara fram, tá ið uppskot um lógarbroytingina er sett fram frammanundan og broytingaruppskotið er lýst í kunngerðini um aðalfundin. Til at broyta felagslógirnar krevst, at í minsta lagi  2/3 av teimum greiddu atkvøðunum eru fyri uppskotinum, og at minst helvtin av limunum hava atkvøtt fyri.
Um ikki nóg nógvir limir eru komnir á tann vanliga aðalfundin, har uppskotið er frammi um at broyta lógirnar ella um aðra samtykt, ið krevur, at í minsta lagi helvtin av øllum, ið eiga atkvøðurætt, skulu atkvøða fyri, kann samtykt verða gjørd, um at kalla saman til eykaaðalfundar. Á eykaaðalfundinum kann uppskotið um lógarbroyting samtykkjast við minst 2/3 av teimum atkvøðum, ið umboðaðar á fundinum, sjálvt um ikki helvtin av limunum eru á fundi.

Nevndin

Gr.  10


Nevndin velur sjálv sínámillum formann og næstformann fyri eitt ár um ferðina.
Tað, sum fer fram á nevndarfundi, verður ført í gerðabók, sum verður undirskrivað av teimum hjástøddu nevndarlimunum.

Fyrisæti

Gr.  11

Nevndin tekur sær av áhugamálum felagsins, hevur fyrisæti við sjálvum felagnum og ansar eftir, at felagsins lógir og samtyktir verða hildnar.
Nevndin setir skrivstovustjóra at hava dagligu umsitingina av felagnum í hondum.
Eingin gyldug samtykt kann verða gjørd á nevndarfundi uttan minst 4 nevndarlimir taka lut í atkvøðugreiðsluni, antin við at vera til staðar ella gjøgnum telefon. Eingin kann vera til at viðgera sína egnu søk.
Berst onkrum nevndarlimi frá, kann formaðurin boðsenda tiltaksmanni, um hann heldur ta vera neyðugt, og skal hetta vera í tí røð, ið tiltaksmenninir eru valdir.
Allar avgerðir verða samtyktar eftir vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er atkvøðan hjá formanninum avgerandi.

Samsýning

Gr.  12

Nevndarlimirnir fáa endurrindað útreiðslur teirra í sambandi við fundir og fáa haraftrat dagpeningaupphædd, sum aðalfundurin ásetur.

Fíggjarviðurskifti

Gr.  13

Ognir felagsins verða varðveittar á tryggan hátt í banka ella í sparikassa ella í lánsbrøvum.
Nevndin hevur heimild til at tekna lutapening ella partapening í øðrum feløgum eftir góðkenning frá aðalfundinum.
Tekur felagið lán ella veðsetir ogn, má øll nevndin skriva undir.
Felagið verður bundið við undirskrift formansins ella honum, ið er í hansara stað. Til dagligu umsitingina av sjálvum felagnum kan nevndin geva skrivstovustjóranum fulltú.
Felagsins roknskaparár er álmannakkaárið.
Roknskapur felagsins verður grannskoðaður av einum av aðalfundinum valdum løggiltum grannskoðara.
Roknskapurin fyri árið skal liggja frammi uppgjørdur og grannskoðaður minst 14 dagar áðrenn ársaðalfundin.

Limagjald

Gr.  14

Hvør limur rindar felagnum eitt árligt limagjald fyri hvørt fiskifar yvir 20br. Ts. Støddin av limagjaldinum verður ásett av aðalfundinum.
Inngoldið limagjald verður nýtt til rakstur felagsins í tann mun, sum nevndin, ið stendur aðalfundinum til svars, heldur at tørvur er á.
Skuldi felagnum verðið tørvur á meira peningi fyri at fremja serlig mál, so kann nevndin royna at útvega henda pening við tilskotum frá limunum. Eisini kann aðalfundurin til útvegan av slikum peningi álíkna limunum eykagjald á hvørjum kalendarári, tó ikki størri eykagjald enn tað, ið svarar til tey vanligu limagjøldini.
Árligu limagjøldini falla til gjaldingar frammanundan við einum fjórðingi hvønn tann 1. janura, 1. apríl, 1. juli og 1. oktober.

Skyldur og rættingi

Gr.  15

Hvør limur hevur skyldu til gjølla at halda felagsins lógir.
Tær avgerðir, ið alalfundurin ella nevndin taka, eru bindandi fyri limirnar. Um limur tí ikki vil ganga undir eina tílíka avgerð, kann nevndin koyra hann úr felagnum uttan ávaring, og kann hann ikki gerast limur aftur tey næstu tvey árini. Áðrenn hann verður limur aftur, skal hann gjalda limagjald fyri ta tíð, hann hevur verið útkoyrdur.

Brot og sekt

Gr.  16

Brýtur limur felagssamtykt við at lata skip sítt sigla móti verkbanni fyri egna ella fremmanda rokning ella við at avhenda skipið til aðrar, kann nevndin døma hann í sekt upp til kr. 100.000, ið legst felagnum til.
Slíkur peningur, sum verður goldin í sekt, tá ið verkbann er, kann verða nýttur til at hjálpa teimum limum, hvørs skip eru komin at liggja longur enn hjá hinum og hava havt størsta liss av verkbanninum. Soleiðis staddir limir verða at senda felagnum skrivligar umsóknir, sum nevndin viðger og leggur fyri aðalfund ella eykaaðalfund til avgerðar. Slíkur arbeiðssteðgur, sum stendst av, at felagið hevur lýst hýringstreytir og hevur bannað limum sínum at lata mynstra fyri aðrar treytir enn tær, kemur undir somu reglu sum verkbann, soleiðis, at limur, ið letur skip fara út við øðrum treytum enn teimum, ið felagið hevur samtykt, er sekur eftir frammanfyri standandi stykki. Hesar reglur um sekt umfata núverandi arbeiðssteðg, men hava ikki afturvirkandi kraft.
Tá ið arbeiðsteðgur ikki er, er sektin fyri at lata skip sigla fyri aðrar treytir enn tær, sum felagið hevur samtykt, upp til kr. 25.000. Eins og limur kann koma undir sekt fyri samtyktarbrot uttan at verða koyrdur úr felagnum, soleiðis kann eisini limur verða koyrdur úr felagnum uttan at koma undir sekt. Áðrenn nøkur avgerð verður tikin um viðurskifti, ið kunnu valda, at limur kemur undir sekt, skal nevndin leggja klaguna skrivliga fyri hann og hann hava høvi til annaðhvørt skrivliga ella munnliga fyri nevndini at føra fram sína undanførslu.
Útkoyrdur limur hevur rætt til at fara til dómstólarnar við málinum. Felagið kann søkja rættsins hjálp til at fáa ídømdar bøtur goldnar.

Uppsøgn av limaskapi

Gr.  17

Siga seg burtur úr felagnum kann eingin uttan við innskrivaðum brævi til felagið og við 6 mánaða ávaring til ein 1. januar. Tó kann eingin fara úr felagnum, meðan arbeiðstræta er, uttan so er, at nevndin gevur loyvi til hetta.

Avtøka av felagnum

Gr.  18

Felagið kann verða tikið av við aðalfundarsamtykt, men einans tá ið minst 2/3 av samlaðu atkvøðunum í felagnum atkvøða fyri. Uppskot um felagsins avtøku má tó verða lýst fyri limunum eins og uppskot um lógarbroyting. 

Gr.  19

Verður felagið tikið av, verða ognir felagsins at nýta til frama fyri føroyska fiskivinnu ella til studning til eftirsitandi eftir føroyskar fiskimenn, soleiðis sum aðalfundurin tekur avgerð um.

                                      ________________________________

Lógirnar soleiðis samtyktar á aðalfundi hin 3. desember 1982.


OVAST Á SÍÐUNI
HEIM