Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Ein løgin áskoðan á okkara fiskidagaskipan
24. september 2009


Her um dagarnir kann ein lesa um at stjórin á Havstovu Føroya ikki er nøgdur við okkara fiskidagaskipan og tað, at hann í fyrilestri í útlondum hevur víst á, at fiskidagaskipanin er beinleiðis skaðilig, kemur eisini at skaða okkum sum fiskiveiðutjóð. Einhvør hevur loyvi at hava sína meining og í sosialinum og í fyrilestri í Reykjavík, segði Hjalti so sína meining.

  At vit føroyingar eru fullir av undirlutakennslum og bara nikka og knæla fyri  øllum útlendingum, kemst av eini einastu orsøk og hon er, at vit ikki sjálvir eiga tað land og tað  ríkidømi sum svimur á okkara havleiðum, vit eru stýrdir av øðrum og tað hevur sogið seg fast í sinni hjá so mongum føroyingi.

Og hesar undirlutakennslur koma  fram í ljósan loga hjá stjóranum á Havstovuni, tá  hann í sosialinum henda dagin bar fram sína áskoðan á okkara samráðingar um býtið av  makrelinum  og annars uppisjóvarfiski.
Les Meira
Hans í Líðuni, Vágur
skipari og Reiðari
K J A K S Í Ð A   U M   F I S K I V I N N U N A
Skal  Havstovan fella  endaliga dómin,
hvat tænir føroyskum fiskivinnuni?
16. september 2009

Tað kemur meira enn so fyri, at vit í vinnuni halda, at Havstovan ikki kennir sína vitjunartíð.

Í lógini um vinnuligan fiskiskap er greitt tilskilað, hvat Havstovan hevur ábyrgdina av. Ábyrgdin er fyrst og fremst at geva landsins myndugleikum ráð um støðuna hjá teimum stovnum, føroysk fiskiskip troyta.

Hóast hesa ábyrgd, so hendir tað ferð eftir ferð, at stjórin á Havstovuni kemur við úttalilsum, sum mugu metast at kunnaskaða  okkara høvuðsvinnu.

Í Sosialinum týsdagin í seinastu viku, las eg grein, har Hjalti kemur við nøkrum úttalilsum um, hvussu farast skal fram í komandi samráðingum um makrelin. Bleiv ikki sørt skakkur av greinini, har hann millum annað sigur: “ vit eru so lítlir í
mun til hinar, og um vit ikki bert akta sannleikan hjá okkara mótpartum, so verða vit rukkur”. Eg dugi ikki at lesa tað øðrvísi tíanverri.

Les meira
Árni M. Dam
skrivari í Reiðarafelagnum
Havstovan skaðar Føroyskan fiskaútflutning
24. september 2009


Seinastu tíðina hevur Føroya Reiðarafelag viðgjørt fiskidagaskipanina á heimasíðu síni. Samstundis skrivar LÍÚ (Íslendska Reiðarafelagið) á síni heimasíðu um ein fyrilestur ið stjórin á Føroysku Havstovuni Hjalti í Jákupsstovu helt í Reykjavík. Hendan grein bar brá av at stjórin á Havstovuni tekur ikki undir við føroysku fiskidagaskipanini. Er hetta rætt so er hetta eitt álvarsmál !

Til tíðir heldur vinnan at Havstovan ikki kennir sína vitjunartíð, og at stjórin á Havstovuni tosar meira um politikk og strategi heldur enn at halda seg til tað hann er settur til,  nevniliga at meta um hvussu fiskastovnarnir undir føroyum eru fyri og ráðgeva hareftir. Stjórin á Havstovuni úttalar seg um strategisk evnir, búskap og fiskivinnusamráðingar. Sum fiskifrøðingur skuldi hann hildu seg til sítt øki.

Les meira
Jákup Sólstein,
fyrrv. formaður í reiðarafelagnum
Óli M. Lassen
næstf. í Felagnum Línuskip
Auðunn Konraðsson
Formaður í Meginfelag Útróðrarmanna
Svar til Atla Hansen
28. september 2009


Eftri at hava lisið greinina hjá Alta Hansen komi eg til tað niðurstøðu at Atli Hansen, fyri tað mesta hevur lisið millum reglurnar heldur enn reglurnar sjálvar. Tí hevði tað verði helst verði gott um Atli kundi lisi greinina umaftur við teimum røttu brillunum.

Nú kenni eg ikki nógv til fótbólt, men rokni við, at um ein av liðfelagunum byrjar av spæla skeivan veg á vøllinum, og gerð ov nóg sjálvmál, so er neyðugt at greiða honum frá , at tað er í hinum endanum, at skorðast skal. Hetta er neyðugt óansæð hvussu nógv mál ein hevur skorða í rætta endanum frammanundan.

Orsøkin til, at eg komi við einum svari til greinain hjá Atla Hansen, er tí at hann pástendur, at lagt verður upp til bara at krevja vilt og slíta tá samráðingar eru. Er tað tilmæli frá Reiðarafelagnum um makrelin ið Atli sipar til er hetta ikki rætt. At tað verður lagt upp nakað tílíkt

Les meira
Árni M. Dam
Svar til Hjalta í Jákupstovu
28. september 2009

Havi við stórum áhuga lisið svar títt. Tað undrar meg at tú ikki kemur inn á tað mest avgerandi ábreiðsluna viðvíkjandi dagaskipani. Nevniliga hví  hevur Havstovan alla tíðuna noktað fyri, at rokna dagarnar út í mun til effektiviseringina ?. Hetta er tann avgerandi spurningurin tí at svarið uppá henda spurningin er grundarlag hjá øllum teimum, ið skullu ráðgeva um niðurskurð ella onnur tiltøk í skipanini.

Í tí einu yvirskriftin í framløguni hjá tær í Reykjavík, - komst tú inná, at gjógvin millum vísindamennirar og vinnuna hevur verið stór síðan dagaskipanin kom. Hetta kemst serliga av tí, at Havstovan ikki hevur útfylt hesa avgerandi uppgávu nevniliga at rokna dagarnar út í mun til effektiviseringina. Ístaðin hevur Havstovan hildið fram við at ráðgeva, sum um vit høvdu eina kvotaskipan.


Les meira
Árni M. Dam
Vit mugu venda aftur til útgangsstøðið í fiskidagaskipanini
2. februar 2010










Um vit høvdu fylt tilráðingini, ið vinnan saman við fiskifrøðingum og fiskiveiðu-mynduleikunum komu til í 1996, so hevði Fiskidagaskipanin verið burðardygg ídag. Hettar sigur Viberg Sørensen formaður í Føroya Reiðarafelag.

Útgangsstøðið til fiskidagaskipanina var, at vit ikki skuldu veiða meira enn 33% í tali úr upsa-, toska- og hýsustovnunum, men eftir útspælið hjá nevndini, komu broytingar í, við tað at fleiri dagar komu inn í skipanina, og seinri sama fiskiárið 1996/97, komu enn meira dagar inn í skipanina.

Á myndini niðanfyri er víst hvat útspælið var hjá nevndini og tað sum kom afturat:
Teir bláu stabbarnir er tað, sum útrokningarnar vístu, ið gav eina burðardygga veiðu, og har allir bólkar vórðu niðurskornir líka.

Les meira