Ymiskt:
Brúkaraprístalið:
1. ársfj.'11 (1.ársfj. 2001=100)    var 117,9
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@olivant.fo
VEÐRIÐ:
FISKAMARKNAÐUR
FØROYA
MRCC Tórshavn
Frágreiðing frá felagnum línuskip og meginfelag útróðrarmanna

"Húkaflotin í kreppu"

kann heintast her!


Seinast uppdatera:
2. februar 10


Viberg Sørensen
Formaður í Føroya Reiðarafelag
Partarnir hava havt nógvar fundir við tey trý manningarfeløgini. Høvuðskravið hjá reiðarafelagnum hevur verið, at nettosáttmálar verða settir í verk fyri allar skipabólkarnar. Hesum hava manningarfeløgini ikki vilja gingið á møti.

Reiðarafelagið hevur síðan avmarkað sítt høvuðskrav til, at  tá oljuprísurin er omanfyri 2,90 kr. fyri liturin, skal hesin parturin fara av óbýttum.  Hetta er í tráð við tað sonevnda oljuprotokollatið, sum partarnir undirskrivaðu í 2005. Harumframt hevur reiðarafelagið eisini nøkur onnur krøv, sum partarnir ikki eru samdir um.

Manningarfeløgini hava als ikki viljað tingast um oljuna, og tí mátti nevndin í reiðarafelagnum í dag staðfesta, at tað ber ikki til at koma víðari við samráðingunum. Tí varð avgjørt at boðsenda semingsmanninum.

Semingsmaðurin hevur útsett eitt møguligt verkbann/verkfall til á miðdegi týsdagin 18. januar. Semingsmaðurin hevur boðað frá, at hann  byrjar semingsroyndina fríggjadagin.

Nevndin hevur somuleiðis viðgjørt spurningin, um hvat skal henda, um semingsroyndin ikki ber á mál og talan verður um verkbann. Nevndin hevur avgjørt, at um tann støðan tekur seg upp, so verða øll skip hjá limum felagsins, sum eru til fiskiskap undir Føroyum, biðin um at koma til lands.

Kunningarskriv til limirnar.
11. januar 2011
Nevndin í reiðarafelagnum vil hervið kunna limirnar um støðuna viðvíkjandi sáttmála-samráðingunum við manningarfeløgini.
Til limirnar í Føroya Reiðarafelag.
17. januar 2011
Av tí, at samráðingarnar við manningarfeløgini um nýggjar sáttmálar eru endaðar úrslitaleysar og sáttmálaloysi er millum partarnar, hevur reiðarafelagið avgjørt, at biðja skip, sum eru limir í felagnum og eru til fiskiskap, um at koma til lands. Skipini skulu gera tovið ella setuna lidna, og síðan sigla til lands.

Føroya Reiðarafelag.
Tíðindaskriv
Fiskiflotin verður lagdur
17. januar 2011
Eftir at royndirnar hjá semingsmonnunum at fáa eina semju í sáttmálatrætuni millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini eru endaðar úrslitaleysar, hevur reiðarafelagið givið skipunum, sum eru limir í felagnum, boð um at koma til lands.

Høvuðstrupulleikin hjá fiskiflotanum eru teir nógv hækkaðu oljuprísirnir.  Høgu oljuprísirnir gera, at raksturin hjá einum parti av flotanum gevur hall áðrenn rentur og avskrivingar. So hvørt sum oljuprísurin hækkar, koma støðugt fleiri skip í hesa støðuna.

Høvuðskravið hjá reiðarafelagnum til hesar sáttmálasamráðingarnar hevur tí verið, at hjá øllum skipabólkum skal ein partur av oljuútreiðsluni dragast frá søluinntøkuni, áðrenn hýran verður roknað.

Partarnir gjørdu avtalu um hetta undir sáttmálasamráðingunum í 2005, og reiðarafelagið hevur kravt, at tað sonevnda oljuprotokollatið, sum partarnir undirskrivaðu tá, verður sett í verk.

Oljuprísurin var tá 2,20 kr. Í protokollatinum verður sagt: "Um listaprísurin á brenniolju fer upp um 2,90 kr. pr. litur í einum samanhangandi tíðarskeiði upp á 30 dagar í sáttmálaskeiðnum, skulu sáttmálapartarnir taka upp samráðingar um møguligt býti millum manning og reiðarí av óvanliga høgu oljuprísunum."

Í dag er listaprísurin á olju 4,90 kr. Undir hesum samráðingunum hava manningarfeløgini blankt avvíst at standa við hesa avtaluna, og tí var ógjørligt at koma til eina semju um ein nýggjan sáttmála.

Í teimum førum, har reiðararnir eru vitandi um, at raksturin støðugt gevur hall áðrenn rentur og avskrivingar, hava teir skyldu til at gevast, so skuldin til kreditorarnar ikki økist. Tí er ongin annar møguleiki enn at leggja skipini.

Skipini, sum eru til fiskiskap, hava fingið boð um at gera tovið ella setuna lidna, og síðan at koma til lands.


Føroya Reiðarafelag

Føroya Reiðarafelag góðtók semingsuppskotið
29. januar 2011
Boðað verður limum okkara frá, at verkbannið, sum varð lýst mánadagin tann 14. januar, verður hervið sett úr gildi, eftir at reiðarafelagið hevur góðkent semingsuppskotið, ið semingsmennirnir løgdu fram í gjárkvøldið.

Føroya Reiðarafelag.

Føroya Reiðarafelag heldur, at neyðugt er at gera nakrar viðmerkingar til tær útsagnir, sum formennirnir í Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag høvdu í tíðindasendingini í útvarpinum leygarkvøldið.

Føroya Reiðarafelag heldur, at tað er sera óhóskandi, at formaðurin í Føroya Fiskimannafelag setir spurnartekin við trúvirðið hjá semingsstovninum.

Tá ósemjur eru millum sáttmálapartarnar á arbeiðsmarknaðinum eru frammanundan avtalaðar nakrar mannagongdin, um hvussu hesar trætur skulu loysast. Báðir partar hava góðkent semingsmennirnar, og teirra uppgáva er at royna at finna eina loysn, sum liggur ímillum krøvini hjá pørtunum.

Tað er sjálvsagt ein torfør uppgáva, og tað skal ikki vera nøkur loyna, at tað ikki var full semja millum limafeløgini í reiðarafelagnum um at góðtaka semingsuppskotið. Men vit halda okkum til tær mannagongdir, sum eru avtalaðar frammanundan, og ein samlað avvegan av støðuni førdi til, at reiðarafelagið valdi at góðkenna semingsuppskotið.

Tilgongdin til hesar samráðingar hevur verið drúgv, og reiðarafelagið hevur gjørt eitt stórt arbeiði við í tølum at grundgeva fyri, at neyðugt er at gera nakrar grundleggjandi broytingar í sáttmálaviðurskiftunum millum partarnar. Tí hava hesar samráðingar verið torførar, og uppgávan hjá semingsmonnunum verið torfør. At formaðurin í fiskimannafelagnum bara leggur eftir semingsmonnunum, er undir alt lágmark.

Tá formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum sáðar iva um reglurnar í mynstringarlógini, skulu vit gera púra greitt, at tað er onki í mynstringarlógini, sum ásetir, at mynstrast skal eftir ávísum sáttmálunum við manningarfeløgini. Tað skal mynstrast eftir eini avtalu millum reiðarí og manningina, og tá ongin avtala er millum feløgini, hava reiðaríini heimild til at mynstra eftir eini aðrari avtalu enn teirri, sum var í gomlu sáttmálunum. 

Høvuðsmálið í hesum samráðingunum hevur verið, at manningin skal luttaka í einum parti av ógvusligu hækkingini í oljuprísinum. Stutt sagt ber ikki til at halda fram við eini skipan, har avtalan millum reiðarí og manning er, at partarnir skulu býta inntøkurnar, meðan reiðaríið einsamalt skal svara fyri óvanligum hækkingum í útreiðslunum.

Føroya Reiðarafelag heldur, at neyðugt er at gera nakrar viðmerkingar til tær útsagnir, sum formennirnir í Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag høvdu í tíðindasendingini í útvarpinum leygarkvøldið.
Ósemja um sáttmálarnar
30. januar 2011
Norðborg hevur í morgun gjørt nýggjan sáttmála við manningarfeløgini
01. februar 2011
Sum kunnugt eru partarnir í fiskivinnuni í sáttmálaloysi.

Reiðarafelagið hevði í dag havt fund fyri limunum  at viðgera støðuna.

Á fundinum fingu reiðarar høvi til at siga sína hugsan. Teir, sum í fyrsta umfari høvdu orðið, bakkaðu nevndina upp í hennara arbeiði í samband við sáttmálasamráðingarnar.

Fundurin tók tó eina avgerðandi vend, tá umboð fyri reiðaríið hjá Norðborg boðaði hinum reiðarunum frá, at teir høvdu gjørt undirhonds avtalu við manningarfeløgini um nýggjan sáttmála fyri Norðborg. Hetta kom nevndini og fundinum dátt við, tí hetta er ikki í tráð við tann leist, ið lagt hevur verið upp til í verandi støðu.

Við hesi avtalu, hava reiðaríið hjá Norðborg og manningarfeløgini frátikið nevndini í reiðarafelagnum samráðingarrættin. Hetta ger, at nevndin í reiðarafelagnum er komin til ta niðurstøðu, at hennara uppgáva at samráðast vegna limirnar er endað, og at manningarfeløgini heldur ynskja at samráðast við hvørt reiðarí einsæris.

Henda nýggja støðan ger, at nevndin í Reiðarafelagnum fer at kalla inn til eykaaðalfundar við stytstu freist, har framtíðarstøða  reiðarafelagsins verður til viðgerðar.

So leingi sum henda støða er galdandi, frásigur nevndin í reiðarafelagnum sær uppgávuna at samráðast við manningarfeløgini vegna limirnar.

Hetta merkir, at limunum nú stendur frítt at gera sum fragast.

Tað harmar nevndina í reiðarafelagnum, at manningarfeløgini nú ynskja at samráðast við hvørt reiðarí sær, men sjálvsagt fara vit at virða hesa nýggju støðu.
Seinastu tvær vikurnar hava verið merktar av politiskum ruðuleika, onki skilagott kemur frá teimum sum eru sett at stýra landinum, fyri okkum uttanfyristandandi sær tað út sum vit reka fyri váð og vind.

Hendan støðan máar lendi undir okkara stýrisskipan sum helst var góð, men sum gongdin nú er, stendur alt álit á okkara stýri í vanda. Er álitið farið, kann tað verða seinur dagur áðrenn vit eru komnir á kósina aftur.

Tað sum nú gongur fyri seg í okkara aldagamla Løgtingi er onki minni enn skomm fyri føroyska samfelagið.

Les meira
Nú hevur Dimma stór tíðindi um at fiskaríkomiserurin í ES er farin at hyggja hvussu onnur lond skipa fiskiveiðuna og í tí høpi skulu Føroyar verða ein fyrimynd.

Hetta er onki nýtt fyri okkum sum samskifta við fólk í vinnuni aðrastaðni. tá vit hava havt vitjan av útlendingum sum hava kanna, til dømis okkara fiskidagaskipan, hava teir altíð sagt at okkara skipan man vera tann frægasta sum verður brúkt, men henda hugsan hevur ikki vunnið frama, her á landi.

Ongin skipan til stýring av fiskiskapi er lýtaleys, heldur ikki okkara, men tað er hugstoytt, at vit innanlanda hava teir størstu kritikararnar.

Seinasta frágreiðingin frá Búskaparráðnum, var onki undantak í so máta, har vóru fleiri ting sum vit kunnu taka undir við, serliga við at avtaka forðingar, sum gera at vit ikki kunnu kappast við okkara grannar.

Men tá so Búskaparráðið yvir ein kamb vísir á, at okkara fiskiveiða ikki er burðardygg, er hetta ikki rætt. Tey mugu útgreina gjøllari, hvat tað er, tey meina við.

At toskur og hýsa er illa fyri í løtuni, vita vit væl  og hava eisini víst á, at nakað má gerast við t.d. at verja smáfiskin, men tað er ikki rætt, at døma okkara fiskivinnu yvir ein kamb, um at hon ikki er burðardygg, tað er í hvussu er kenslan ein situr við, eftir at hava lisið frágreiðingina hjá Búskaparráðnum.

Vónandi sendir ES fólk til Føroyar at kanna okkara fiskiskap, tey hava sjálvandi frætt um lítla landi í norðurhøvum, sum livir av fiskiveiðu og sostatt noyðist, at taka sær eyka væl av fiskastovnunum.
ES og føroyska dagaskipanin
05. mars 2011
Føroyingar eru ikki piratar - takk
17. mars 2011
Tað  var ein undarlig kensla hettar kvøldi,  at síggja okkara fiskimálaráðharra sita, sum á ákærubeinkinum í Sjónvarpinum, fyri at hava ásett føroyingum kvotu til føroysk skip í Føroyskum sjógvi.

Tá formaðurin í norska reiðarafelagnum fær so nógva rúmd, í føroyska sjónvarpinum, er grund til at undrast, hetta hevði verið óhugsandi í norska sjónvarpinum.
Tá føroyingar verða skýrdir fyri piratfiskiskap av norðmonnum, man mangur føroyingur, sum minnist nakað aftur, trekkja uppá smílibandið, á ja mangt broytist á mansins ævi.

Stríðið um makrelin hevur verið drúgt og hart, men tað var ikki vantandi annað. Tað hevur ongantíð verið lætt at krevja síni rættindir og serliga, tá so stór virðir standa uppá spæl.
Vit mugu ongantíð gloyma, at fyri okkum, er tað tilverugrundarlagið, vit stríðast fyri, tí mugu vit kýta okkum meira enn hini,  og sjálvandi má tað vera okkara fiskimálaráðharri sum gongur á odda.

Seinastu tíðina hava tey niðri í EU avdúka, hvussu makrelurin verður umsitin í Spaniu, har fiska var 80%  útyvir kvotuna.

Fyri nøkrum døgum síðani kundu vit lesa í bløðunum um hvussu nógvur fiskur verður útblakaður í Norðsjónum og so framvegis.

Tað er sjáldan, at eitt fiskivinnublað kemur út hjá okkara grannum, uttan at yvirskriftirnar boða frá, um útblaking og ovurfisking.

Her á landi fiska vit undir skipaðum viðurskiftum, alt er púra opið og øll kunnu síggja hvat og hvussu nógv vit veiða.

Nei her er onki piratfiskarí, hvussu norðmenn fiska, er ein onnur søk.
Audun Maråk
Formaður í norska
Reiðarafelagnum
Viberg Sørensen
formaður í Føroya Reiðarafelag
Hvussu fáa vit eina burðardygga og lønandi fiskivinnu
23. mars 2011

Hugleiðingar  Viberg Sørensen hevði á fiskivinnutinginum í Norðurlandahúsinum  í gjár 22. Mars
Burðardygt er blivið eitt gandaorð og er tað eisini yvirskriftin her í dag.

Áhugin fyri fiskivinnu hevði lítlan áhuga ímillum føroyingar, í mun til okkara grannar, men 22. mai 1772 kom Færø, fyrsta fiskiskipið, sum var bygt til havfiskiskap á Havnina. Tað var kendi Ryberg, sum hevði stóran handil í Vágsbotni, sum hevði latið skipið byggja. Hann átti fleiri skip, sum vóru til fiskiskap undir Íslandi og hevði nú eisini ætlanir at fáa føroyingar at byrja uppá havfiskiskap. Langtíðarætlanin hjá honum, var at fáa eini 10 skip afturat til fiskiskap við Føroyar.

Føroyingar høvdu als ongan áhuga í hesum og  stríddust hart ímóti hesum royndunum.
Nøkur ár seinri bleiv næsta royndin gjørd, hettar var í 1785, tá reiddu nakrir havnamenn skipið Haabet út til fiskiskap, Illa gekst at fáa fólk og teir máttu fáa 4 soldatar av skansanum at hjálpa til. Teir varpaðu upp á streymasjógvi, snørini stóðu sjálvandi beint aftureftir sjónum, men eftir roynd í ein tíma fingu teir 216 fiskar. Hetta var óhoyrt góður fiskiskapur og føroyingar hildu at sjálvandi skuldi hendan royndin støðgast tí hetta fór at oyða havið. Kommandanturin á Skansanum sum kallaðist Born skrivar at ”denne tanke at de fanger får meget og skulle fiske havet tomt og blandet med misundelse hvoraf det menneskelige hjerte sjældent er frit for” nú á døgum høvdu vit bara sagt at tað var ikki  burðardygt.  Royndin var sostatt sabotera og Haabet fór ikki útaftur. Hetta hevði verið ein gyltur møguleiki at komið burturúr oyðuni føroyingar vóru í, men alt fór fyri bakka.

Les meira
Óhugnarligur lesnaður
24. mars 2011

16 mars lesa vit í norska Fiskeribladet, har ein fiskimaður sigur frá hvussu nógvur fiskur verður útblakaður. Maðurin sigur at nú kann hann ikki tiga longur, og hann sigur víðari, at hann kann vátta, at søgurnar um útblaking eru sannar.

Hetta er ræðandi lesnaður, men fyri okkum føroyingar er hetta dupult ræðandi, tí tað er av silda- og makrelstovninum teir blaka út, vit eiga okkara part av hesum stovninum og kunnu ikki góðtaka at stovnurin verður umsitin á henda hátt.
Ein annar tíðindastubbi í blaðnum sigur eisini at norðmenn vera ikki við at gera kanningar av makrelstovninum í norðurhøvum í ár. Hesi tíðindi skilja vit ikki, føroyingar eru alspentir at kanna makrelin aftur í ár, vit gjørdu nakrar kanningar í fjørð saman við norðmonnum og hesar vóru sera góðar fyri okkum - undarligt at norðmenn ikki vilja verða við aftur í ár.

Click here to add text.
Sama blað hevur tveir dagar frammanundan heila síðu, har føroyingar verður lagdir undir at oyða fiskastovnarnar.
Føroyingar eru ein “piratnasjon”, tað er ikki bara makrelin vit oyða, nei kongafiskin norðanfyri, vit forða fyri avtalum um rækjur, vit eru eisini í ferð við at oyða búrfiskin og vit luttaka í óskipaðum fiskiskapi eftir makreli í Stillahavinum.
Tað er ringt at skilja hví teir leika so í, men kanska finna vit orsøkini í lítla brotinum, sum sigur at  føroysku skipini fáa dupult so nógvan makrel í part, sum norsku skipini.
Er hetta orsøkin til øsingina, so er tað ikki fiskin teir hugsa mest um. 
Politiska støðan  skapar ótryggleika í fiskivinnuni
Sigur Viberg Sørensen formaður í Føroya Reiðarafelag
13. apríl 2011
Ikki fleiri byrðar - men víðari karmar
18. apríl 2011
Sum gongdin í fiskivinnuni hevur verið seinastu tíðina, kenna feløgini í fiskivinnuni seg noydd til at siga frá. Vinnan orkar ikki at átaka sær fleiri byrðar. Hon hevur tvørturímóti brúk fyri at fáa víðari og tryggari karmar at virka undir.

Landskassanum tørvar støðugt meira pening fyri at kunna fíggja tær vaksandi almennu útreiðslurnar og fyri at temja hallið á fíggjarlógini.

Men tað tykist, sum um politiski myndugleikin bara hevur eina uppskrift. Hon er at senda rokningina til vinnuna.

Listin er langur. Bara hesar seinastu mánaðirnar hevur fiskivinnan fingið álagt at gjalda upp til 2% av avreiðingarvirðinum til at fíggja inntøkutrygdina, hon skal gjalda ein tilfeingisskatt upp á 2,5% av skattskyldugu inntøkuni omanfyri 1 mió. kr., reiðaríini skulu nú gjalda fyri læknakanningarnar, egingjaldið fyri trygdarskeiðini er hækkað, og eyka oljugjald er álagt. Harumframt skulu partarnir í vinnuni finna útvegir fyri at fíggja eina pensjónsskipan, sum hækkar við 1,5% um árið tey næstu 10 árini, um uppskotið til pensjónsreform verður samtykt.  

Samstundis tykist tað, sum um politiska skipanin bara gerst meira óstøðug, og tí er trupult at meta um, hvørjar umstøður vinnan fer at hava at virka undir í framtíðini. 

Les meira
Vitjandi síðan 18-04-2011
Ársaðalfundur í Føroya Reiðarafelag
27. apríl 2011
Ársaðalfundur verður í Føroya Reiðarafelag tann 11. mai 2011, kl.: 13:00
á Parnassinum á Hotel Hafnia.

Skrá sambært viðtøkum felagsins.


Nevndin í

Føroya Reiðarafelag
Mens græsset gror, dør horsemor
4. mai 2011
Nú ferð at nærkast einum mána síðani vit ilskaðust um, at ongin stýring var í fiskivinnuni og at vit bert reka fyri vág og vind. Hetta var í samband við at menn ikki fáa at vita um teir sleppa til fiskiskap eftir makreli.

Løgmaður svaraði okkum alment - aftaná fáar tímar - og segði at ongin grund var til at ótolnast og var ikki samdur um, at vinnan rak harraleys fyri vág og vindi -  hann helt sjálvur um stýrisvølin og  støðuna var undir kontroll.

Nú eru vit komin inní meimána og vertíðin at fiska makrel er byrja, men enn hevur onki skip fingið nakað fiskiloyvi.

Tað er uppgávan hjá Føroya Reiðarafelag, at taka sær av áhugamálunum hjá limunum og hetta taka vit í størsta álvara og nú halda vit at  tíðin er komin at tala at.
Viberg Sørensen
formaður í Føroya Reiðarafelag
Tað sum hevur ligið í kortinum, er at eitt virði av einari milliard av fiski liggur og bíðar, meðan politikararnir klandrast um hvussu vit skulu býta hesi virðini. Nakrir hava funnið útav at Føroya fólk eigur fiskin í havinum, sum um nakar  nakrantíð hevur  ivast í tí. Eiga vit ikki øll Føroyar og tað sum her er, hvør eigur krákurnar, hvør eigur føroyska flaggið hvør eigur føroyska málið, ólavsøkuna og soleiðis kundi vit hildið áfram.

Nú koma nøkur klók høvd sum ketta úr høvdatrog og fortelja okkum tað, sum flest av okkum altíð hava vita, og nú vísir tað seg at nakrir politikarar eru vaknaðir við kaldan dreym og meina, at eitt ørgrynni av milliónum fara í skeivar lummar, nevniliga lummarnar hjá teimum sum gera eitt átaka fyri  at fara at fáa hesa ognina til høldar. Hugflogið hjá teoretikkarunum sum gera politikarnar ørar í høvdinum blívur bara villari og villari.

Búðu vit í einum landi har fiskivinnan var ein evarska lítil partur av búskapinum hevði helst ongin tala at, men tá røddir nú eru frammi um at fara at eksperimentera við høvuðsvinnuni fara vit í hvussu er at rópa varskó.

Og ímeðan teir í Løgtinginum berjast um hvussu hesin ný-uppfunnið gullskatturin skal býtast, sita fiskimenn og bíða eftir at sleppa at gera tað sum teir altíð hava gjørt - sleppa at fiska. Danir hava eitt orðatak sum sigur at " mens græsset gror, dør horsemor" tað passar væl til støðuna nú.

Flestu av hesum politikarunum, sum eru so upptiknir av makrelbýtinum, ætla at vit skulu sjálvir stýra landinum. Álvaratos, tá vit ikki klára at býta nakrar makrelar, hvussu skulu vit tá vænta at stýra einum landi.

Vit søgdu fyri einum mána síðan at álitið á stýringina í landinum var minka nógv - nú sær út til at ongin er samdur um nakað sum helst og tá kemur ein skjótt at hugsa um tað sum skrivað stendur, at eitt land sum er í stríð við seg sjálvan, stendur fyri falli.


Ársaðalfundur verið í Føroya Reiðarafelag í dag
11. mai 2011
Ársaðalfundur hevur verið í Føroya Reiðarafelag í dag, og formaðurin Viberg Sørensen, Marner Lisberg og Jónsvein Kudsen tóku ikki við afturvali.

Gudmund Mortensen á Tvøroyri kom inn fyri Viberg Sørensen og Hans Andrias Joensen í Hósvík kom í nevndina fyri Marner Lisberg. Tað er ikki endaliga greitt hvør kemur í nevndina fyri Jónsvein Knudsen. Felagið trolskip kemur vantandi at hava fund um hettar seinri í dag ella ímorgin.

Nevndin skipa seg ikki fyrr enn nevndin er fullmanna.