Føroya Reiðarafelag Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
telefon +298 311800
telefax +298 320380
shipown@post.olivant.fo

FØROYA REIÐARAFELAG            faroe shipowners´ association  
Avreiðingar hjá Beta í Saltangará
Óføra góður fiskiskapur hjá partrolarunum seinastu dagarnar.

Rættuliga stórar mongdir av fiski vórðu landaðar hjá Beta í gjár og ídag 3-4 mars.  Neyvan nakrantíð áður, eru komin so nógv tons uppá land uppá tveir dagar.

Polarhav og Stjørnan høvdu 920 kør - tað eru 270 tons, og Heykur og Falkur høvdu 950 kør, sum eru 285 tons, ið eyðvitað er størsta avreiðing nakrantið. Bakur og Stelkur høvdu umleið 800 kør, tað eru 240 tons.

Túrurarnir hjá bátunum hava verið knappa viku. Hósdagin verða Lerkur/Rókur inni til landingar, og væntandi hava teir fingið uppí kørini. Tað eru eini 600 -650 kør.

Hjá teim minnu trolbátunum hevur ikki verið tann stóri fiskiskapurin, her hevur veðrið í stóran mun spælt inn.

Men sum sagt hjá partrolarunum, hevur fiskiskapurin verði óføra góður.

4. mars 2008
Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.