Tíðindaskriv

Fiskiflotin í tungum sjógvi
Umboð fyri Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini viðgjørdu á fundi mikudagin 16. apríl 2008 ta torføru støðu, sum partar av fiskiflotanum er komin í og vánaligu útlitini hjá flotanum sum heild.
Reiðarafelagið hevði kallað inn til fundin vísandi til tað sonevnda oljuprotokollatið frá januar 2005, har reiðarafelagið og manningarfeløgini avtalaðu at taka upp samráðingar um eitt møguligt býti millum manning og reiðarí av einum parti av óvanliga høga oljuprísinum.
Á fundinum viðgjørdu partarnir avleiðingarnar av høga oljuprísinum og umrøddu, hvørjar møguleikar reiðarí og manningar hava fyri at tillaga seg til hesar broyttu fyritreytirnar.
Partarnir eru samdir um, at hóast dýra oljan er høvuðstrupulleikin hjá fiskiflotanum í løtuni, so hevur vinnan fleiri aðrar trupulleikar at dragast við, og partarnir eru samdir at kunna samfelagið og politisku skipanina um støðuna, tí fyrr ella seinni verður neyðugt hjá myndugleikunum at fyrihalda seg til hesi viðurskifti.
Teir støðugt hækkandi oljuprísirnir hava ført til, at onkur lemmatrolari er lagdur, tí tað er ikki lønandi at loysa, og hækkar oljuprísurin enn meira, verður støðan tanna sama hjá øðrum skipabólkum.
Í løtuni tykist alt at ganga ímóti. Fiskaprísirnir eru fallandi, veiðunøgdirnar eru sum heild minkandi, og truplari er at sleppa av við fiskin, tí keypiorkan hjá fiskakeyparunum er viknað. Nøkur skip liggja, tí at tey fáa ikki fólk, og valutaviðurskiftini við lágum virði á dollaranum og enska pundinum ávirka eisini støðuna negativa vegin.
Við hesum felags tíðindaskrivi vilja Reiðarafelagið og manningarfeløgini gera vart við støðuna og vánaligu útlitini hjá flotanum. Fiskiveiðan er framvegis høvuðs grundarlagið undir inntøkunum hjá samfelagnum og rakstrinum av samfelagnum.
Tí er umráðandi, at myndugleikarnir gera tað, sum gerast kann, fyri at bøta um fyritreytirnar fyri framhaldandi skiparakstrinum.
Tórshavn 23. apríl 2008
Føroya Reiðarafelag

Føroya Fiskimannafelag
Maskinmeistarafelagið
Føroya Skipara og Navigatørfelag