Føroya Reiðarafelag Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
telefon +298 311800
telefax +298 320380
shipown@post.olivant.fo

Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
FØROYA REIÐARAFELAG            faroe shipowners´ association  
Sjónarhornið
Carlton


Í sambandi við málið um Carlton, sum er nógv frammi í fjølmiðlunum nú, skal bara herfrá sláast rimmarfast, at Føroya Reiðarafelag er ikki partur av málinum.

Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið hava sáttmála um íðnaarfiskiskap. Reiðarafelagið hevur ongan trupulleika av hesum sáttmálanum.
Reiðarafelagið hevur ikki og ætlar ikki at leggja trýst á nakran, hvat hesum viðvíkur.

Hinvegin hevur ein limur hjá okkum - reiðarin á Carlton - vent sær til okkara og spurt, um vit vilja hjálpa til at fáa tingini viðvíkjandi Carlton í eina fasta legu.

Tá vit vita, at hetta skipið, síðani tað kom í flotan, er líkasum dotti niðurímillum í sáttmaálahøpi halda vit, at um vit kunnu verða til hjálp, eiga vit at gera tað.

Nú lesa vit í bløðunum at Fiskimannafelagið sigur at nevndin í Reðara-felagnum hevur cowboymentalitet og virðir lítið sáttmálar sum eru í gildi. Vit hava verið á einum fundi við Fiskimannafelagið um Carlton og søgdu greitt frá, at vit eru ikki partur av málinum, men eru bara við til at hjálpa pørtunum í hesum málinum.

Málið er gamalt og fløkt, og tað vildi verið alt ov drúgvt at farið út í æsir við málinum á hesum stað.

13. mars 2008