23. januar
Viberg Sørensen: "Fer at degna aftur ?"
Nýtt ár við nýggjum vónum, nú valið er av.
Nú eru vit komnir inn í eitt nýtt ár og ikki kann sigast annað, enn at nógv er farið framm um árskiftið, og ein yvirgang breyt í bæði borð.
Vit fingu nýggja nevnd, sum er samansett av umboðum úr teimum ymsu skipabólkunum. Nevndin skipaði seg 10 desembur við nýggjum formanni og næstformanni. Skrivarin hjá okkum var burturstaddur. Samráðingar vóru við Fiskimannafelagið og longu 12 desembur fingu vit fyrstu fráboðan um verkfall.
Beint fyri Jól fór Fiskimannafelagið í verkfall. At kalla øll skipini lógu sostatt um jólini, bert okkurt langfaraskip var til fiskiskap. Tað var langt ímillum partarnar og menn væntaðu, at verkfallið fór at varða til nýtt landstýrið var skipað.
Hetta hendi tíbetur ikki og eftir samráðingar saman við semingsmanninum, kundu vit skriva undir nýggjan sáttmala, sum ikki hevur tær stóru broytingar við sær.
Síðani hava vit havt Løgtingsval. Áhugavert hevur verið at hoyrt tey ymsu valevnini leggja síni sjónarmið fram. Fleiri høvdu ógvuliga klárar meiningar um fiskivinnuna. Felags fyri hesi, er at tey hava ikki sett seg inní tingini og vita ikki hvussu støðan er hjá flotanum.
Tað sær út til, at tær skipasølur, sum hava verið í fjør, hava fingið ilt í nógv fólk. Hetta er spell, tí tá vit hyggja at, hvussu stórt tal av skipum, hava skift eigara, er tað hóast alt eitt sera avmarkað tal.
Vit í reiðarafelagnum eru upptiknir av rakstrinum hjá skipunum, og har mugu vit siga at grund er til stúran hjá fleiri bólkum. Sum oljuprísirin er nú, sær ikki gott út.
Vónandi fáa vit eitt gott landstýri, sum kemur at vísa fiskivinnuni tann áhuga, hon hevur uppiborið.