Føroya Reiðarafelag Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
telefon +298 311800
telefax +298 320380
shipown@post.olivant.fo

Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
FØROYA REIÐARAFELAG            faroe shipowners´ association  
Tíðindi
Ólavur Jøkladal, skrivstovustjóri:

17. apríl 2008
Oljuútreiðslurnar viðgjørdar á fundi í gjár í Reiðarafelagnum

Í gjár var fundur millum Føroya Reiðarafelag og manningafeløgini: Føroya Fiskimannafelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- & Navigatørfelag.

Reiðarafelagið hevði boðið til fundar í hølum felagsins, har oljuútreiðslurnar vóru á skránni. Feløgini hava í 2005 skrivað undir uppá sáttmála, ið millum annað fevnir um eitt protokollat, sum sigur, at um listaprísurin á olju fer uppum 2 krónur og 90 oyru, skulu partarnir taka upp samráðingar um oljuútreiðslurnar.

Føroya Reiðarafelag greiddi á fundinum frá, hvussu oljuútreiðslurnar raka teir ymisku skipabólkarnar, og hvørjar avleiðingar støðan hevur og framvegis kemur at hava fyri einstakar av teimum.

Skotið hevur verið upp frá Reiðarafelagsins síðu, at tann parturin av oljuni, sum liggur omanfyri tær 2,90 krónur fer av óbýttum. Hetta merkir fyri onkran bólk 15% av teim samlaðu oljuútreiðslunum, og fyri onkran anna bólk 20%, alt eftir hvussu býtisprosenti er innan skipabólkarnar.

Verður bert lagt upp fyri tí partinum, sum liggur omanfyri 2 krónur og 90 oyru, sum oljuprotokollatið leggur upp til, og at býtisprosentið er óbroytt, so er ikki talan um nakra broyting í sáttmálanum sum so. Vit eru mitt í sáttmálaskeiðnum og tosa ikki um sáttmálan sum heild, men bert eina viðgerð av oljuni.

Tað tykir sum partarnir viðurkenna støðuna, tó at menn eru samdir um, at torført verður at finna eina loysn, har allir partar verða samdir. Fiskimannafelagið hevur longu alment melda út við, at teir ikki eru sinnaðir at taka lut í oljuútreiðslunum. Eingi tiltøk verða, um ikki øll yrkisfeløgini eru samd um tey.