Føroya Reiðarafelag Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
telefon +298 311800
telefax +298 320380
Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
FØROYA REIÐARAFELAG faroe shipowners´ association


21. apríl 2008
Torbjørn Jacobsen setti ICES-FAO ráðstevnu - Ólavur Jøkladal
Torbjørn Jacobsen setti ráðstevnuna Ices-Fao, sum snýr seg um tøkni innan fiskiskap og veiðumynstur. Ráðstevnan er frá í dag og inntil hósdagin. Áður hevur fiskimálaráðharrin lovað at lagt seg eftir at fylgja fiskifrøðingunum, og hóast hann ikki nevndi tað í setanarrøðuni, so hevði hann eina bumbu við sær í sjáttuni kortini.
Stjórin á fiskirannsóknarstovuni Hjalti í Jákupsstovu gjørdist ikki sørt ovfarin, tá Torbjørn Jacobsen bar tíðindini um ætlanir hansara, um at byggja nýtt havrannsóknarskip fyri Magnus Heinason. Tað tyktisk sum hýrurin var sera góður á monnum í morgun, tá boðini vóru komin út.
Landsstýrismaðurin hevði eitt stutt søguligt yvirlit um Føroyar sum fiskivinnu tjóð. Og í kjalarvørrinum eftir Al Gore var burðardygd eisini á skránni, sum eftir hondini er vorðið eitt mótaorð í okkara tíð, hetta varð eisini brúkt nakrar ferðir í setanarrøðuni.
So kemur spurningurin: hvussu nógv vit megna á hesum øki, tað fer tíðin at vísa. Úti í heimi verður nógv tosað um burðardygd - serstakliga í stórbýum, oftast verður tað tann sjónligi parturin, ið stendur eftir, so sum tvær ella tríggjar vindmyllur millum tvey torn av háhúsum. Tá kanst tú av røttum spyrja, hvat munar tað? Ella tekur tað seg bara væl út og verður tað bert ein umbering at halda fram sum áður?