Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Viberg Sørensen
Formaður í Føroya Reiðarafelag
Sáttmálasamráðigarnar
28. desember 2010
Nú eru sáttmálasamráðingarnar við manningar-feløgini og Reiðarafelagið komnar á eitt vegamót. Sáttmálin við Fiskimannafelagið er farin úr gildi 1. desembur og sáttmálarnir við yvirmannafeløgini fara úr gildi 1. januar.

Fleiri fundir hava verið ímillum Fiskimannafelagið og okkum, men eru vit ikki komnir til nakað úrslit enn. Eisini hava vit havt fundir við yvirmannafeløgini, og er støðan nøkunlunda tann sama.

Øll feløgini hava lagt síni krøv fram, men Fiskimannafelagið hevur sagt, at teir vilja halda áfram við verandi sáttmála,  - tað hvørki kunnu, ella vilja vit.

Orsøkin til at Reiðarafelagið segði allar sáttmálar upp er tann einfalda, at slagsíðan hjá skipunum er blivin ov stór,  við vaksandi útreiðslum og somu, ella minkandi inntøkum.
Tað er ikki neyðugt at vera matematiskt geni, fyri at skilja, at við verandi gongd, og  teimum skjótt veksandi útreiðslum, fer alt at støðga upp hjá skipunum.

Oljan
Tað er serliga oljan, sum tekur grundarlagið undan teimum skipunum, sum brúka nógva olju, men eisini hjá teimum, sum brúka minni olju,  merkjist sviðin.

Í sáttmálunum hjá línu og flakaskipunum er oljan tikin við sum felagsútreiðsla, áðrenn býtt verður ímillum manning og reiðarí. Hetta halda vit verða eina natúrliga skipan, har tveir partar skapa nøkur virðir, og fyri at fáa eitt rættvíst býti verða útreiðslurnar tiknar av,  og síðani er semja um hvussu restin skal býtast, hetta eru báðir partar nøgdir við.
Vit hava lagt upp til, at fáa hesa skipan í øllum skipabólkum, men tað vilja manningarfeløgini ikki.

Heimaflotin hevur havt tað sera trupult seinastu árini. Oljan er fýrafalda, síðan vit komu inní nýggju øldina, uttan at manningin hevur tikið lut í hesum meirkostnaði.

Á vári 2005 ásannaði manningarfeløgini tó,  at hetta er ein trupulleiki. Eitt protokollat var skrivað, men uttan at meira kom burturúr. Tá kostaði oljan 2.20 kr. fyri liturin, nú er prísurin farin væl uppum 4 krónur. Hevði fiskaprísurin verið farin tilsvarandi upp, var ongin trupulleiki, men í fleiri førum er fiskurin bíligar nú, enn fyri 10 árum síðan.

Partrolararnir
Um vit hyggja eftir prísinum hjá partrolarunum, so er myndin hendan, at miðalprísurin fyri fiskin fall støðugt fram til 2003, fyri síðan at halda seg á einum lágum støði fram til í fjør. Oljuprísurin harafturímóti, hækkaði støðugt øll árini.

Navigatørfelagið, vildi hava prógv fyri, at oljan var blivin ein stórur trupulleiki. Prógvini blivu framløgd, á einum seinri fundi, og var viðmerkingin, “gamlir tónar í nýggjum hami”

Hjá Føroya Fiskimannafelag var tað tíðan verri soleiðis, at teir vildu ikki hyggja eftir nøkrum tølum. Tá tølini blivu framløgd, so var tað, sum við tí ávísa danska politikaranum, “om dette er fakta, så benækter jeg fakta”.

Minkandi manningartal
Eitt annað mál, sum vit vilja hava skil á, er at tá manningartalið á skipunum minkar, økjast  hýruútreiðslurnar hjá reiðarínum, tí yvirmannapartarnir veksa. Hetta er púra avskeplað. Allar aðrar fyritøkur royna at “rationalisera”, fyri at minka um útreiðslurnar. Hjá føroyskum reiðarum loysir tað seg ikki at gera íløgur, sum spara um fólk. Hóast tað, er manningartalið á skipunum minkað, úrslitið er økjandi útreiðsla fyri skipið. Hvørt mannsbarn dugir at síggja at hetta er ikki rætt.
Vit halda eisini, at tíðin er farin frá at nakrar yvirmannalønir eru so stórar, at tær  eru fleiri dekkarlønir, vit halda at ongin umborð skal forvinna meira enn dupult so nógv sum ein partur er.

Tá yvirmenninir á brúnni siga, at teir hava bakka í fleiri førum, so er hettar bara partvíst rætt,  tí veruleikin er tann, at í takt við, at manningatalið er minkað, er munandi meira útgoldið til yvirmenninar, -  fyri at taka eitt dømi: í ár 2000 vóru tað í miðal 12 mans við einum lemmatrolara, í dag eru teir 9, og hýruútgjaldingin hevur gingið upp “proportionalt”, sí mynd niðanfyri.

Skiparaparturin í ávísum skipabólkum
Ongastaðni í grannalondunum, hava yvirmenninir, meira enn dupult so nógv sum dekkararnir, uttan seravtalu, her má broyting koma í.

Inntøkutrygdin
Inntøkutrygdin er nú løgd út til skipini at gjalda, hetta ferð at kosta eitt ella tvey prosent av veiðuni.

Samanumtikið kunnu vit bara staðfesta,  at skipini sum fiska á heimaleiðum hava fingið so stórar útreiðslur afturat, at nú ber ikki til longur. Hetta er eisini tað, sum verður staðfest í árligu frágreiðingini frá grannskoðaravirkinum NOTA, øll skipini íð fiska undir Føroyum hava stórar trupulleikar. Um vit skulu lýsa tað eitt sindur fýrakanta um hvussu tey 100%, ið fáast fyri fiskin, verða býtt, so er myndin hendan - til dømis hjá lemmabátunum.