Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Í hesum døgum og ígjøgnum alt brátt farna ár, hevur verið nógv fokus á makrelfiskiskapin -  hvørt vit skulu fiska makrelin, sum vit vita eiga ella lata verða við at fiska hann.

Síðani fyrst í 70’unum hava føroyingar fiska nógvan svartkjaft. Í byrjanini  vóru nøgdirnar ikki so øgiliga stórar, skipini vóru ikki bygd til fiskiskapin og motororkan var lítil.

Svartkjafturin, ið er pelagiskur fiskur, leggur líka í hvør sigur seg eiga havið har hann ferðast. Tá ið svartkjafturin skuldi býtast var tí eisini stríð um, hvør ið hevði rætt at verða við í býtinum umframt hvussu nógv teir ymisku partarnir høvdu rætt til.

Tá stríð er um slík virðir, er altíð trupult at fáa
semju, mammon er tann sterka drívkraftin, um vit viðganga tað ella ikki. Aftaná drúgvar og til tíðir nærum ómøguligar samráðingar fingu vit 26 prosent í okkara part og er hetta helst á góðari leið. Svartkjafturin hevur eitt stórt virði og tí eru fleiri sum vilja hava part av býtinum  - sjálvsagt.

Eftir at býtið av svartkajftinum var gjørt, svam nakað av svartkjafti inn í íslendskan sjógv - okkurt árið. Tó megnaðu Íslendingar, at fáa heili 16 prosent í sín part, tað tíðarskeiði. Hetta var alt ov nógv - meta tey flestu, men hinvegin vísir hettar - hvussu væl teir duga at fáa úrslit burtur úr samráðingunum. Samanhald og samskipan,  sær út til at vera lykilin hjá teimum.
Í fleiri ár var heildarveiðan av svartkjaftinum uml. 600 túsund tons, men so  vaks veiðan í samsvari við at skip og motororkan vaks. Okkurt árið var heildarveiðan oman fyri tvær milliónir tons.

Hví svartkjafturin er burtur nú, er sjálvandi ringt at meta um, men vánalig tilgongd til stovnin og ovurveiða, er sjálvsagt ikki nøkur góð blanding.

Veruleikin í dag er, at ein inntøka hjá føroyskari fiskivinnu uppá minst 600 milliónir í dagsins virði er burtur. Vit  kunnu  sostatt ikki, eins ov vanligt hevur verði, brúka svartkjaft sum gjaldoyra fyri okkara fiskiskap í Barentshavinum ella aðrastaðni.

Í einum og hvørjum landi, har ein so stórur partur av inntøkunum verður rykt burtur í einum - má hetta merkjast. Tað merkisverda er bert, at her heima hevur  lítið verið at hoyrt og sæð um hesa vanlukkuna vit komu í.

Líka so sjálvsagt, sum tað var at vinna okkum rættindi til svartkjaftin, er tað at vit skulu  gera okkara krøv galdandi fyri makrelin. Tað er eisini ein sjálvfylgja, at vit skulu royna at veiða so nógvan makrel sum møguligt í okkara egna sjógvi, fyri at prógva okkara greiða pástand um at hann er her!

Makrelurin hevur altíð verið her hjá okkum - í smærri ella størri nøgdum - tað er onki nýtt í tí. Nú tá ið vit endiliga hava tikið okkum saman fyri at royna at prógva, at nógvur makrelur er í føroyskum sjóøki og at rímiligur prísur kann fáast fyri hann, so kunnu tey rættindi, ið vit her stríðast fyri,  viga uppímóti missinum av svartkjaftinum og vónandi  reiðiliga tað.

Fyribils hava Føroyar keypt flakatrolarum rættindir, at fiska í Barentshavinum fyri makrel og vónandi fáa vit eisini nógva aðra nyttu av hesum tilfeingið, sum vit hava givið alt ov lítlan ans áður, men frá skaparans hond, er latin okkum upp í hendur at umsita.

Vit vístu eisini á í ársfrágreiðingini fyri 2009, at av sildini fáa vit eisini alt ov lítið í okkara part og at vit eiga at taka henda spurningin upp undir  komandi samráðingum. Sildastovnurin er væl fyri í løtuni og  er sildin eitt gott íkast, hjá uppisjóðar skipunum.

Føroyar fáa í dag 5 prosent av heildarveiðuni av sild. Av tí at sildin er rímiliga nógv í okkara sjógvi so eru 5 prosent ikki stórur partur. At vit eru við skerdan lut sæst serliga týðuliga við tað at EU fær 7 prosent av sildini, uttan at ein einasta sild kemur í nánd av EU sjógvi.

Hetta er ein sera svárur veruleiki, tá ið hugsað verður um hvussu teir leika í viðvíkjandi makrelinum. Teir vita líka so væl sum vit, at makrelur er nógvur í føroyskum sjóøki,  har hann leitar eftir føði.

Spurningurin er bert, skulu vit fyrst fáa málið um makrelin í fastar rammur, áðrenn vit fara at hyggja nærri at sildini, ella skulu vit taka tann dystin nú eisini?

Tá vit hugsa um uppisjóðarfiskasløgini, svartkjaft, makrel og sild so eiga vit at síggja hetta samlað undir einum, ella sum eitt felags virði, sum gongur á beiti hjá okkum.

Vit mugu fáa okkara grannar at skilja og góðtaka, at vit eiga áleið sama lutfall burturúr felagskvotunum, sum vit nú fáa í svartkjaftabýtinum.

Ein stórur partur av spískamarinum hjá pelagisku fiskasløgunum í Norðurhøvum er í føroyskum sjóøki og eiga vit tí at arbeiða fram ímóti, at okkara tjóðarrættindi verða so stór sum gjørligt. Umframt hetta er neyðugt, at so nógv sum møguligt av hesum fiskasløgum kemur uppá land hjá okkum. Arbeiði sum er á  virkinum í Kollafjørði nú, er eitt gott boð uppá hvat uppisjóðarfiskurin kan blíva til í framtíðini.

Tað er sera umráðandi, at vit standa saman, tá tað umræður tjóðarrættindi. Handilsavtalur kunnu vit altíð fáa, um vit hava nakað at læta øðrum.
Fiskurin sum hvarv
23. desember 2010
Viberg Sørensen
Formaður í Føroya Reiðarafelag