Upphavsrættur © 2006 Reiðarafelagið. Øll rætttingdi ognað. Í sambandi við brúk av tilfari, eigur keldan at verða upplýst.
Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Skiftandi uppisjóvarkvotur
25. oktober 2010

Semjurnar vit hava gjørt í NEAFC seinastu tvær vikurnar um svartkjaft og sild gera,  at minkingin í inntøkum verður ógvuslig frá teimum báðum fiskasløgunum.

Svartkjaftakvotan hjá okkum verður 10.000 tons ímóti 130.000 tonsum, ella ein minking, sum í virði er ímillum 300 og 400 milliónir.

Norðhavsildin minkar úr 76.000 tonsum niður í 51.000 tons, ein skerjing, sum er umleið 100 mill. kr.
Hetta eru so stórar skerjingar, sum ongin hevði droymt um fyri fáum árum síðan.
Til alla Guðs lukku tóku vit ikki av gamla makrelbýtinum, og um vit ikki fáa aðra og betri avtalu, verður ongin semja. Makrelkvotan, sum vit hava tillutað okkum sjálvum, kemur at gera tað, at hóast ovurstóru niðurskurðirnar í sild og svartkjafti, kunnu vit bera so í bandi, at nóta- og flakaskipini ikki fíggjarliga fara at merkja niðurskurðirnar í sildini og svartkjaftinum. Nótaskipini koma tó, at liggja nógv still komandi vár.

Samráðingar eru nú um makrelveiðuna, higartil er onki komið burturúr, men kanska er ein glotti at hóma, EU og Norra viðganga nú, at vit eiga rætt til størri part, enn tað vit hava fingið.
Eitt mál vit eiga at stíla eftir í framtíðini er, at vit eiga at síggja allan uppisjóarfiskin t.v.s. svartkjaft, sild og makrel sum eina eind, har vit koma at eiga ein fastan part av virðinum av loyvdu veiðuni á hesum trimum stovnum, sum kann verða uppgjørdur eftir einum býtislykli eftir t.d. virðinum seinastu trý árini.

Áðrenn hettar kann verða gjørt, er umráðandi, at vit hava fingið rætta býtið á makrelinum og sildini, tí líka sum vit hava fingið alt ov lítan part í makrelkvotuni er støðan ikki mætari í sildini, har er okkara partur eisini alt ov lítil. Til dømis eigur EU  7% og Føroyar 5%, og tað finst so at siga  ikki sild í EU sjógvi.

Nógv sildini er norðanfyri Føroyar frá apríl og langt út á heysti. Tá sildastovnurin ikki er so stórur sum hann er nú, hava vit sæð, at Íslendingar hava verið noyddir at veiða stóran part av teirra kvotu í føroyskum sjógvi,  tí tá kemur hon ikki so langt vestur.