Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802

Nakrar viðmerkinga úr Norra og ES
Akkurát sum Víkingarnir
Skotin Struan Stevenson ES-parlamentslimur sigur um Ísland og Føroyar, at vit uppføra okkum akkurát sum víkingarnir gjørdu. Hesa ferð, er tað bara makrelur vit ræna. Les í norska blaðnum E24
Ein stendur spyrjandi, um tað er óvitinheit ella bara frekleiki, ið er uttan fyri alt mark - Makrelurin Føroyingar fiska, er føroyskur og fiskaður í føroyskum sjógvi – eingin yvi er um tað.
Aðrar greinar seinastu vikuna:
brot úr útvarpsendingum
Maria Damanaki fiskaríkommisserur í ES
Hevur fleir ferð verið eftir Føroyingum og Íslendingum og um at vit nú niðurfiska makrelstovnin, sum tey hava “bygt” upp.
Maria Damanaki, hevur skriva eitt skriv til útvíðkanarnevndina hjá ES, at makrelstríðið, kann koma at fáa avleiðingar fyri Ísland.
Norra og ES gjørdu seint í vár eina 10 ára avtalu,
sum fyri 2010 er uppá 110% av samlaða TAC'num, so teir lótu einki verða eftir til hini londini, og teir gerða alt fyri at lýsa málið soleiðis, at tað er Føroyar sum hevur brotið strandalandaavtaluna, tí at Føroyar ikki vildi ganga undir teirra krav um, at Føroya framhaldandi skal vera fyri sama vanbýtið, sum vit hava verið fyri, seinastu 11 árðini.
Føroyingar vera skuldsettir fyri líkt og ólíkt í blaðgreinum og øðrum miðlum í Norra og ES
02. september 2010
Áðrenn vit læta orið til ymisku skuldsetingarnar frá Norra og ES. Vilja vit vísa á hvat okkara serfrøðingar meta ferðingarmynstri hjá makreli var fyri árið 2009, og í ár hevur ikki verið minni av makreli í Føroyskum sjógvi, so kunna fólk sjálvi gera sær sínar hugsanir um hvørt føroyska kravið er rættvíst ella ikki. (Sí kortið niðanfyri)