Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
Áganguri á Føroyar og Ísland harnar í Skotskum bløðum
26. august 2010
Samrøða er eisini við ein skotskan skipara sum kærir sína neyð um, at hann hevur bara makrel at fiska. Ikki eitt orð um at hann sjálvur hevur selt allar aðrar kvotur av sild og øðrum. Føroyingar hava skyldina í at teir liggja inni.
Vit vita at makrelur altíð hevur verið við Føroyar, og at býtið vit fingu í 1999 var avgjørt ikki rættvíst. Við tí Veruleikin, at uppaftur meira er av makreli í føroyska økinum nú, gerð, at nú skal ruddast upp í tí vanbýti Føroyar hava verið fyri í makrelbýtinum í Strandalanda-avtaluni. Makrelurin hevur altíð leita inná okkara leiðir eftir føði, Orsøkin til, at makrelurin nú eisini ferðast inn í Íslendskt havøki, er sjálvandi útfrá teimum broytingar í umhvørvinum við hita og øðrum, men sum sagt, í Føroyskum havøki hevur makrelurin altíð verið.
Hví eitt so stórt pressuapparat skal setast í gongd skilja vit ikki, og at annars seriøsir miðlar sum BBC gleðiliga brúka lygnir í hetsinum ímóti okkar lítlara samfelag, sum roynir at lívbjarga sær, við fiskiskapi í egnum sjógvi, skylja vit uppaftur minni. Vilja teir okkum til lívs, skuldi tað ikki verið nakar trupuleiki hjá fimmhundrað milliónum at útrudda hálvtrýsstúsund føroyingar.
Tað er okkara lívsgrundarlag vit tosa um og tað ætla vit at verja.
Nú er pressan í Skotlandi farin í herna ímóti okkum og íslendingum, seinasta er at teir nú spæla upptøkur frá toskakrígnum við íslendingar. Tað kríggjið sigst vera einasta kríggj imperiið hevur tapt, so vit skilja ikki hví tað verður tikið fram nú, har var lítið at reypa av.
BBC hevur eisini samrøðu við skotska fiskimálaráðharran, har hoyra vit hann siga at orsøkin til at so nógvur makrelur er til, er tí at teir hava gingið so væl um stovnin. Tey sum kenna eitt sindur til hvussu makrel fiskiskapurin er farin fram, vita betur. Áhugavert hevði verið at havt eina uppgerð yvir hvussu nógvur fiskur er kastaður útaftur frá EU skipum seinastu árini, hendan galskapin, sum annars er fullt lógligur hjá teimum, men sum vit hava støðga fyri nógvum árum síðan.
Viberg Sørensen
formaður í Føroya Reiðarafelag