Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Við at avhøvda alla línuveiðu í Føroyum
17. August 2010
Aftur í ár megna ávísir politikarar at loypa ein totalan hvøkk í okkara fiskivinnu og er hendan mannagongd sera undrunarverd. Eftir at landsstýrismaðurin og avvarandi nevndir hava viðgjørt fiskidagar fyri komandi fiskiár, so koma hópin av broytingaruppskotum og sum vinnan hevur sera torført at fyrihalda seg til og ongan møguleika at viðgera.
Í bólkinum útróðrarbátar 15-40 BRT er støðan tann sama har vóru brúktir gott 2.600 dagar í 1997-98 og tvey tey seinastu fiskiárini hava hesir bátar einans brúkt 400 dagar um árið. Men hesir skipabólkar hava sum er, so fáar dagar at teir bátar sum eru fult riknir mangla nógvar fiskidagar.
Óli Lassen
næstformaður í Felagnum Línuskip
Línuveiðan um at hvørva
Eg havi áður víst á, at tað er hend ein sera stór minking í útróðrarflotanum í Føroyum stóru útróðrarbátarnar yvir 40 BRT brúktu í fiskiárinum 1997-98 slakar 4.000 dagar og í fiskiárinum 2009-10 einans góðar 1.000 fiskidagar.
Línuflotin
Í bólkinum Stállínuskip er vanligt at brúka millum 2.400 dagar til 3.000 fiskidagar undir Føroyum men blivu tað einans brúktir gott 2000 dagar tvey tey seinastu fiskiárini. Tí er sera løgið at politikarar áhaldandi tey seinastu árini hava sæð hesar dagar sum ein trupulleika, tí her er als eingin veiðuøking farin fram.

Útróðrarbátar undir 15 BRT
Her er eisini talan um ein skipabólk har menn eisini eru givnir at fiska frá at veiða í góðar 17.500 dagar í 1997-98 til í dag bert at veiða umleið einar 8.000 dagar. Í hesum skipabólkið eru nógvir stuttleikabátar og fáir vinnuliga riknar útróðrarbátar eftir.  Í hesum skipabólkið er talan um, at tað fleiri ár eru 6.000 til 9.000 óbrúktir fiskidagar. Og er tað hetta fiskimálaráðharrin og Havstovan og umhvørvisstovnar ynskja verða skornir úr skipanini fyri at minka veiðutrýst á ungfisk og fyri at kunna stempla okkara fiskivinnu sum enn meira burðardygga.

Línuveiðan við Føroyar er seinastu árini fallin við meira enn 20.000 fiskidøgum

Spurningurin er nú, hvat ætla politikarar vit skulu liva av, tá eingi skip eru eftir í vinnu.  Í Bólkunum  4A (15-40 BRT) og 4B (bátar frá 40-110 BRT) eru bert 1.500 útróðrardagar brúktir, umroknað til útróðrarbátar, so er talan um at tað bert eru 15 útróðrarbátar í vinnu. Stállínuskipini brúka góðar 2.200 dagar og er eisini her talan um eina afturgongd, sjálvt um tað eru komin fleiri skip í hendan bólk. Tað í eyðkennir fult riknu útróðrarbátar og línuskipini er, at teir sum royna at verða í vinnu mangla dagar, meðan tað áhaldandi eri óbrúktir dagar í skipanini. Hendan skipan har politikarar uttan vinnuligt fyrilit áhaldandi skerja dagatal hjá vinnuni - uttan at gera tað møguligt hjá teimum sum eru vinnuliga riknir at tillaga seg og fáa dagar, er heilt ótolandi. Sum talvan klárt vísir, so er tað ikki vinnulig húkaveiða sum oyðileggur stovnin, men heldur onnur náttúruviðurskiftir og møguliga uppisjóðarfiskur sum ávirkar okkara gýtingarstovn munandi í hesum tíðum.



Hevði roknað við, at vinnan hevði fingið frið í ár, eftir eitt sera trupult ár í 2009 við lágum fiskaprísum og fiskiskapi. Men skilji nú at trongdin til at skerja er so stór, at vinnulig húkaveiða við Føroyar sum samfelagsligt íkast, fer framhaldandi at hava sera ringar umstøður. Tá brúktir fiskidagar eru minkaðir við meira enn 20.000 døgum seinastu átta árini, skuldi verið útlit fyri, at hildið aftur í politisku skerjingartrongdini. Men tað sýnist sum rákið er, at vit helst ikki skulu fiska. Harmuligt tá vit nokk hava uppbygt heimsins bestu fiskiveiðuskipan at vit ikki megna at marknarføra hesa skipan sum Kjartan Hoydal skrivaiði “Heimurin øvundar okkum”.