Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Áskoðan um ásetan av fiskidøgum fyri partrolararnar Bólkur 2 fyri fiskiárið 2010/2011
17. August 2010
Um ætlaða endamálið við dagaskipanini skal røkkast, har vit skuldu innstilla veiðuorkuna, eftir hvat teir ávísu stovnarnir tola, so eigur eingin niðurskurður at verða gjørdur.

Verður hugt eftir uppruna veiðusetninginum  til dagaskipanina, ið sigur, at vit skulu veiða 33% í meðal yvir 5 ár - úr stovninum – so kann staðfestast, at tað serliga er upsaveiðan, sum hevur fylgt hesum veiðusetningi – t.v.s. at veiðuorkan er rætt innstilla, sí myndina niðanfyri :
Jónsvein Knudsen
formaður í Felagnum Trolskip
Sum seinasta metingin vísir, so er endamálið við veiðusetninginum rokkið við hesum.

Vit meta at um veiðan eftir upsa eigur at vera 38% minni í komandi árið/árini (eins og havstovan sigur), so kemur veiðan eisini at verða tað,  við verandi døgum - av tí at verandi veiðuorka ikki tekur meira enn 33% úr stovninum.

Tað verða ikki sílaðir meira sjógvur av trolarunum í komandi ár - enn í ár. Fyri komandi ár eru fleiri leiðir stongdar og um sama nøgd av sjógvi verður síla á einum minni øki, ja so sigur tað seg sjálvt, at upsaveiðan minkar. Løgið skuldi verði um upsarnir søkja út frá trolfríðu økjunum út á troløkini.

Ein kvotaskipan virkar heilt øðrvísi, har tað er kent, at veiðuorkan er munandi størri enn tað, sum ætlandi skal takast úr stovninum. Tí er eisini neyðugt í tí førinum at tosa um niðurskurð, tá ið stovnurin minkar, meðan tað er ikki neyðugt í eini “Effort skipan”, har veiðutrýstið er stilla til eina ávísa úttøku úr stovninum.

Eftir okkara fatan av skipanini, um niðurskurður skal gerast eitt ella tvey ár, so skal tað verða grunda á sera serligar umstøður – og eftir at hesar serligu umstøður eru farnar framvið, so eigur dagatalið at fara uppaftur á tað talið, sum tekur tann partin úr stovninum sum veiðusetningurin er settur til. Tí tað, sum lá í kortinum, tá ið skipanin varð gjørd, var, at tá ið veiðusetningurin er rokkin, so skal dagatalið bert lækka, um lop eru í effektiviseringini í flotanum.

Table 6.2.1.2. Faroe saithe (Division Vb). Total Faroese landings (rightmost column) and the contribution (%) by each fleet category. Averages for 1985-2009 are given at the bottom.
Sum talvan omanfyri vísir, so eru eingin tekin til, at vit eru í nakrari undantaksstøðu viðvíkjandi upsaveiðuni. Vit hava síðan ár 2000 ligið væl omanfyri miðal í upsaveiðuni. Um ein tekur støði í tá ið dagaskipanin byrjaði, og fram til dagin í dag, so øktist upsastovnurin frá 1996 og fram til 2000, fyri síðan at liggja omanfyri miðal. Havast í huga, at tað er ein stór tillaging farin fram í partrolaraflotanum. Tá ið dagaskipanin var sett í verk í 1996 vóru yvir 8.000 dagar ásettir, og hettar fiskiárið (2010) vóru bert ásettir 4.040 dagar. Minkingin svarar til skerjing á umleið 4,8 % árliga í fiskidagatalinum, harumframt koma stongdu leiðirnar ið ikki telja við hjá havstovuni. Teir 4.040 ásettur fiskidagarnir, fyri bólk 2, fyri veiðuárið 2009/2010 verða helst allir nýttir.

Havstovan sigur í sínum tilmæli fyri upsan ”Upsastovnurin er hampuliga væl fyri, og gýtingarstovnurin er mettur at vera oman fyri minst tilrádda markið hjá ICES. Hinvegin er veiðitrýstið 38% størri, enn mælt verður til. Í hesum sambandi eigur at verða lagt afturat, at ICES endurskoðar í løtuni tað hægst tilmælda veiðutrýstið fyri upsa. Havstovan metir, at tann ætlan, ið her verður skotin upp at stilla dagaskipanina rætt við at minka líðandi um dagatalið, eisini fer at hava gagnliga ávirkan á upsastovnin

Í tilmælinum sæst at upsastovnurin er væl fyri, tað er sera gott. Havstovan metur eftir gamla veiðusetninginum hjá ICES at veiðutrystið er 38 % ov høgt. Men at ICES nú endurskoðar veiðusetningin. Hetta eru sera áhugaverðir upplýsingar, tí at gamli veiðisetningurin liggur alt ov lágt - eru allir fiskifrøðingar samdir um. Hvar nýggji veiðusetningurin kemur at liggja á er ikki komið fram enn, men vit vita at nýggji veiðusetningurin kemur at liggja munandi hægri og kann væl hugsast at veiðusetningurin kemur at liggja á uml. núverandi veiðutrýst.

At tilmælið frá Havstovuni er grunda á eitt ástøði, ið allir vita er skeivt. Nýggj støða fyriliggur næsta ár, tí tá kann roknast við at ICES hevur ásett nýggjan veiðusetning.

Upsastovnurin er væl fyri og veiðutrýsti økist ikki fyri komandi árini tí verður mett at upsafiskiskapurin fyri 2010/2011 ikki skal skerjast í heila tikið.