Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo

Vit hoyra av og á bøndur, ið ilskast um allar Kanadagæsnar, sum eru komnar til Føroyar, tær eru til stóran skaða fyri bøndurnar sum seta epli og annað niður. Gæsnar taka uppaftur og bóndin situr eftir við ongum og teir vita ikki síni livandi ráð, at skjóta gæsnar, hava teir ikki loyvi til, um teir so verða etinir á húsagang.



Avgerðin má takast nú í makrelmálinum
sigur Viberg Sørensen formaður í Føroya Reiðarafelag
27. juni 2010
Viberg Sørensen
formaður í Føroya Reiðarafelag
Uppaftur verri er statt úti á okkara havøki, har er ein ørgrynna av makreli fluttur inn á “trøðna” hjá okkum. Makrelurin leitar eftir mati og tað finnur hann inni hjá okkum.

Í løtuni liggja skip sum kosta útivið eina milliard svínabundin, tí tey hava ikki loyvi at fiska føroyskan fisk í føroyskum sjógvi.

Í gjár endurgav Útvarpið ein skota, sum lovaði bál og brand um vit váða okkum at fiska føroyskan makrel í Føroyskum sjógvi.  Hetta er svárt at hoyra frá teimum, sum hava eyrænt okkara og íslendsku grunnarnar  í útvið 100 ár. Tað var eitt ódnartak av okkum og íslendingum at fáa sjómarkið út á 200 fjórðingar og kríggj brast eisini á, og fyri fyrstu ferð í søguni tapti Bretska Emperiið eitt kríggj.

Tað sum stendur eftir er, at nú taka vit sjálvir avgerðirnar og í dag hava vit eina skipan sum aðrir taka eftir.

Tað sum liggur í luftini í makrelmálinum er, at nú vilja vit hava tann part av makrelstovninum sum vit eiga. Parturin vit gera krav uppá, er íalt ikki størri enn tað skotar og Eumenn alment viðganga - hvat teir tveita í havi aftur og saman við tí teir yvirfiska kvotuna við á hvørjum árið.

Teir viðganga eisini, at vit eiga størri part enn vit fáa, men at lata okkum meira, kemur ikki uppá tal.

Støðan er, sum áður sagt, at í meira enn ein mána, hava føroysk skip liðið klár til fiskiskap, og hava mist eina tvey sifraða  milliónaupphædd í krónum, hvønn einasta dag í hesum tíðarskeiðinum.

Hetta er ein uppgáva fyri Føroya Løgmann at loysa NÚ.

Hetta er ein fíggjarlig vanlukka  fyri okkum øll, tí má handlast nú.


Viberg Sørensen