Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
Stór útsving eru í oljuprísinum
23. apríl 2010
Prísurin á olju er nú á veg uppeftir aftur, og tað er sjálvandi nakað sum skapar ótta hjá limunum í Føroya Reiðarafelag, tí oljan er nógv tann størsti útreiðsluposturin flestu skipini hava.
Reiðarafelagið roynir at fylgja við gongdini - tað er eisini okkara skylda. Vit gjørdu eina kanning í gjár, 22 apríl. Har vit spurdu tvey feløg í Hirshals, í Danmark og tvey feløg í Føroyum, um hvat prís teir vildu hava fyri 50.000 litrar leverað við bili á staðnum, gjaldstreytir kontant.
Felag 1. í Hirshals, DK
3,49 kr. Pr. Litur
Felag 2. í Hirshals, DK
3,55 kr. Pr. Litur
Felag 1. og 2. í Føroyum
3,79 kr. Pr. Litur
Ein trolari keypti olju í
Scrabster í gjár fyri
3,77 kr. Pr. Litur
Hetta eru prísirnir vit fingu frá oljufeløgnum uppá
okkara fyrispurning.