Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
Stórar hitabroytingar í havinum
31. mars 2010
Broytingarnar í høvunum eru stórar og vit standa undrandi, meðan vit frætta tíðindi úr Grønlandi, har teir nú hava fingið væl av hýsu og sild. Eisini hava teir nú fingið Havtasku og onnur fiskasløg, sum ikki hava verið at sæð áður. Hetta eru øll fiskasløg sum vanliga liva í heitari sjógvi enn tí grønlendska. Eru høvini her á okkara leiðum hitnaði so nógv, at fiskasløgini, sum vanliga eru sunnanfyri okkum, eru við at flyta seg norðureftir.
Spurningarnir eru nógvir, vit eiga at kanna hesi fyribrigdini, saman við okkara grannum, og finna útav hvussu vit skulu skipa okkum, í mun til broytingarnar. Slíkar kanningar eru umfatandi og dýrar, men har mugu vit luttaka eftir førimuni, hetta er framtíðin hjá okkara fiskivinnu, sum framhaldandi kemur at verða okkara lívsgrundarlag, langt inn í framtíðina.
Vit mugu tó ikki far at rópa “úlvurin kemur!” tí vit vita ikki enn, um hettar kemur at hava eina jaliga ávirkan fyri Føroyar og føroyska fiskivinnu ella ikki. Hinvegin, kann hettar koma at broytast aftur, sera skjótt, tí um vit bara taka eitt dømi, frá t.d. hita mátingum frá Selvogsbankanum, sum liggur á suðurlandinum við Ísland, so kann hitin í sjónum, broytast aftur sera skjótt. Myndin niðanfyri vísir, at t.d. frá 1995 til 1998 so broyttist hitin í sjónum við uml. 1,7°, og eisini kann ein síggja, at fyrst í sjeyti talinum var tað 1,3° heitari enn í 1995, ella bert 0,4° kaldari enn í 2008.
Hita mátingum frá Selvogsbankanum, sum liggur á suðurlandinum við Ísland.
Korti er úr eini framløgu hjá Torsteinn Sigurdsson