Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Biomassin á uppisjóvarfiskasløgunum í norðhavinum er søguliga stórur, sildin er tann stovnurin sum er nógv  størstur við onkustaðni ímillum 11  og 13 mill. tonsum. Svartkjafta stovnurin er tó í stórari minking meðan makrelurin her norðuri er í vøkstri.

Alt hetta tilfeingið skal hava at eta og er alla tíðina í leiting eftir føði. Tað skal ein ófatuliga stór mongd av føði til at halda hesum tilfeinginum á lívi. Kann tað hugsast, at makrelstovnurin er vaksin nógv og leitar í ein útnorðing eftir føði? Vit vita ikki hvussu nógvur makrelur er í okkara sjógvi, men íslendingar fiska 130 tús. tons beint vestanfyri okkum, hettar sigur okkum, at her er nógv til.

Reyðæti er maturin, sum fiskasløgini hava liva mest av og kappingin ímillum ymsu stovnarnar hevur eisini verið stór. Nú eru norskir fiskifrøðingar farnir at ivast í, um tað er nóg nógv av føði til alla hesa øgiligu mongd av fiski. Teir undrast á, at upsin ikki veksur meira enn hann ger, hvalur er ikki so nógvur at síggja í spískamaranum hjá okkum her norðanfyri. Hví er svartkjaftastovnurin minkaður so nógv? Vit hava bara góðtikið, at vit hava fiska ov nógvan svartkjaft, kanska tað er ov lítið at eta, kanska hevur sild stovnurin  og nú tann vaksandi makrelstovnurin etið meginpartin av ætinum.

Norðmenn hava sett eina talvu upp, sum vísir tølini fyri tey trý uppisjóvarfiskasløgini sild, makrel og svartkjaft saman við reyðæti. Um hendan talvan passar, er vandi á ferð.

Er biomassin av uppisjóvarfiski blivin ov stórur, og áttu vit at fiska meira?
31. mars 2010
kelda: Havforskningsinstituttet í Norra
Norðmenn hava sett eina talvu upp, sum vísir tølini fyri tey trý uppisjóvarfiskasløgini sild, makrel og svartkjaft saman við reyðæti. Um hendan talvan passar, er vandi á ferð.