Allir sum hava havið sum livibreyð, kunnu bara taka undir við Mikkjali. Er tað nakað sum er ótrygt og skiftandi so er tað, at hava hjallin á sjónum, men tað er okkara lutur, sum búgva her á landi og liva undir teimum korum, sum skaparin nú einaferð gav okkum. Í dag eru skipini góð og ótrygdin liggur í teimum skiftandi inntøkumøguleikunum hjá okkum. Hetta mugu vit liva við, hetta eru spælireglurnar og tað er at trúgva uppá framtíðina og teir møguleikar sum koma.
Tá undanfarni Tróndur í Gøtu kom til landið, mundi tað vera fleiri enn eg sum hildu, at tað var eitt váðaverk av teimum stóru, at fara í holt við eitt so stórt og dýrt skip. Søgan hevur tíbetur prógva, at sjálvt um tað mangan rak hart ímóti, var tað røtt avgerð.
Tá Mikkjal á Ryggi yrkir um bjálkarnar ella súlurnar sum er tryggleikin, vita vit, at undir hesi verkætlanini eru 3 súlur at byggja á, tað eru tær tríggjar, sum eita sild, svartkjaftur og makrelur. Hesar súlurnar skifta eisini sum havbylgjan. Í løtuni er sildasúlan góð og sterk. Svartkjafturin, sum hevur verið rúgvismiklasta tilfeingið vit eiga, er minkaður nógv í tonsum, men við at fáa meiri til høldar til matna, er prísurin farin so nógv upp, at tað hevur minka um skaðan. Triðja súlan undir tilveruni hjá hesum nýggja skipið er makrelurin. Tað sær út til at makrelurin hevur flutt seg nógv her til okkara leiðir, og tað má alt annað líka sum frálíður blíva eitt veldugt pluss fyri hetta nýggja skipið, og eg vanti tí, at hetta skipið hevur eina gylta framtíð.
Makrelurin er júst nú sera viðkomandi og harvið serliga trupul at seta virðir á. Íslandendingar hava fiskað nógv og nú hava teir sett fram krav um at teirra partur skal verða 20% ella meira av eini heildarkvotu. Tað gevur okkum nakað at hugsa um, tí vit eru samdir um, at okkara partur av makreli eigur at verða størri enn íslendski. Nú ræður um at okkara samráðingarfólk veruliga duga at leggja okkara søk so greitt fram til komandi samráðingar, at ongin ivi er um hvat okkara partur skal verða.
Tað sum ger at hetta skipið ella henda ediliga skútan, er komin til landið er, at tað eru menn sum trúgva uppá framtíðina og teir hava víst, at tað eru tvær súlur sum bera alla verkætlanina, hesar báðar súlurnar eru fyrst og fremst dirvi og dugnaskapur. Onkur sigur kanska, at nógv held skal til, men so er helst ikki, sjálvt um tað er gott afturat. Hetta skipið var ikki komi, um hesir menn ikki høvdu dirvi og dugnaskap. Teir tordu at fara í holt við tað. Teir tordu, tí teir vita hvat teir kunna. Also teir nytta og duga, hetta hava teir so mangan prógva. Tað er ein frøði, at kunna bjóða hesi skútuni vælkomna í flotan.
Eg fari at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við skipinum og biði eftir, at alt gott skal fylgja tykkum við orðinum hjá
Gudmund Brun tá hann sigur:
Guð signi várt fólk, har tað siglir og rør
Og bládýpið pløgir um stórhav og fjørð;
teir dreingir hann varði,
Sum út hava farið
Og strembast og balast, tá bylgjan er bráð.
Guð, ver tú í logn og í stormi teim hjá!
Viberg Sørensen