Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo

Í almenna kjakinum, sum hevur verið seinastu dagarnar, er tað skjótt, at fólk kunnu fáa tað fatan, at føroysk fiskiskip fáa eina rúgvu av studningi úr landskassanum.

Bara fyri at skera tað útí papp, skipini fáa ongan studning. At manningarnar hava eina minstulønartrygd og fáa frádrátt í skatti er nakað annað. So sigur onkur, at tað skal reiðarin gjalda. Man sannleikin ikki vera tann, at hetta er besta trygdin hjá landinum, fyri at menn ikki pakka saman og fara av landinum, t.v.s., at landskassin tryggjar seg sjálvan, fyri at fáa inntøkur.

Fyri nøkrum døgum síðani var ein búskaparfrøðingur frammi í fjølmiðlunum, har hann legði fram hvussu Føroyar kunnu fáast á rættkjøl búskaparliga. Vit vóru fóðraði bæði í bløðum og hinum fjølmiðlunum í dagavís um hvussu fiskivinnan skuldi gjalda gildið. Undirskotið á fíggjarlógini,  skuldi fáast burtur við avgjøldum og skattum.
Búskaparráðið
10. mars 2010
Viberg Sørensen
formaður í Føroya Reiðarafelag

Tá hetta fjaraði burtur, kemur Búskaparráðið út við sínari frágreiðing  og tað eru somu signalir um at avgjøld og skatting av vinnuni skulu loysa trupulleikarnar á fíggjarlógini.

Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, um nakað land nakrantíð hevur fingið búskapin uppá føtur við at brandskatta íbúgvarnar og serliga vinnuna. Men er tað so - hevði tað verið gott at fingið at vita - hvar og nær hettar er hent.

Tilfeingisgjald er ovarlaga  á ynskilistanum hjá Búskaparráðnum, tað hevði verið gott um ráðið greiddi betur frá hvat tað kemur at innibera fyri vinnuna. Vit mugu ganga út frá, at tey kenna  fíggjarliga úrslitini hjá okkara fiskiskipum seinastu árini.

Oljuavgjald er eisini á skránni hvat meinar man við, skulu skipini gjalda tað sama fyri olju sum føroysku húsarhaldini ?

Er sannleikin ikki bara tann einfaldi, at almennu Føroyar eru blivnar so tungar, at vinnulívið hoknar undan. At leggja meira byrðar á ein,  sum ikki orkar frammanundan, kann bara enda í eini vanlukku.
Við tí skjótt vaksandi umsiting og klandri, hava vit  uppliva, at vit eru komin út á sera djúpt vatn, har vit ikki grynna.  Tá er bara eitt gera, og tað er at venda innaftur á grynri vatn. Tað nyttar lítið,  at rópa neyðarróp, eftir longri stivlum, tá ein stendur har úti.