Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
Barentshavið
10. mars 2010
Fiskiskapurin hjá okkara skipum eystanfyri hevur verið stak góður, ja so góður at menn vita ikki um betri.
Nú eiga vit bara trý skip sum royna har eysturi, tey eru Vesturvón, Enniberg og Gadus sum er komin í flotan fyri Skálaberg.
Fiskifrøðingar meta toskastovnin í Barentshavinum at verða 1,6 mill. tons, hetta er nógv tað mesta menn vita um. Aftaná seinna veraldarkríggj, tá hildið var, at ørgrynna var til av toski, var stovnurin mettur til 1,4 mill. tons.
Enniberg, ein av flakatrolarunum,
ið fiskar í Barentshavinum
Tað er spell, at vit ikki hava møguleika at fáa meira í okkara part av øllum hesum fiskatilfonginum. Um vit høvdu havt meira, at umbýtt við, hevði ikki staði á at fingið nógv størri kvotu, men sum øll vita er svartkjafturin sum vit gjalda mest við, minkaður nógv. Nú fæst ikki meira 12.000 tons av toski og góð 1500 av hýsu og øðrum fyri 85 tús. tons av svartkjafti og 13.500 tons av makreli frá okkum, hetta er spell, men sum er fáa vit einki gjørt við tað.
Russar hava annars verið sera lagaligir, sum samstarvspartnarar, men øll órógvin í vetur um Skálaberg sigur okkum, at tað eru nýggjar tíðir, og trupult er at siga hvussu verður framyvir.
Lodnan er eisini væl fyri í Barentshavinum. Norska blaðið Fiskaren, hevði samrøðu við ein, sum hevði fiska lodnu í mong ár í Barentshavinum, hann segði, at aldrin hevði so nógv lodna verið til, teir máttu leita leingi, fyri at finna ein stima, sum var so lítil at teir kundu kasta. Hinir stimarnir vóru ov stórir, jú fiskatilfeingi har eysturi er stórt.