Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
MSC í hvønn krók
10. mars 2010
Tað sær út til, at ómøguligt verður at selja fisk, um ein ikki merkir vøruna við einum merki frá einum felagsskapi, sum eitt nú MSC ella øðrum. Fleiri halda ikki nógv um hesa gong. Serliga hevur spurnartekin verið sett við bygnaðin- og hvørji  fíggjarlig áhugamál hesir felagsskapir hava - sum hava gjørt bitan beiskan at svølgja,  hjá fleiri í vinnuni.

Fishing News International hevur grein um hummarafiskiskapin á fjarskotnu oynni Tristan da Cunha. Har búgva 275 sálir úti í Atlantarhavinum. Nærmasta havn er Cape Town, ið liggur 1500 fjórðingar burtur, ella eina heila viku at sigla.

Vit halda ofta, at her hjá okkum er fjarskotið og illfýsi, serliga  um veturin, men vit eru eitt stórt ríki, tá ein samanborið við hesar oyggjabúgvarnar. Tey eru undir  enskum harraveldi, saman við Skt. Helenu,  og tí stýrd úr Onglandi.

Veiðan har er mest hummari veiddur við rúsum. Í mong ár, hava teir havt kvotur á fiskiskapinum og hava røkt stovnin sera væl, teir hava ansað væl eftir. Tann smái- og  hummari við rognum, verður allur sleptur útaftur. Teir hava ansa sera  væl eftir, ikki at troyta stovnin ov hart og hava bert roynt við umhvørvisvinarligum reiðskapi.

Seinna hálvár í 2009, var tað bara klúgvandi til fiskiskap fyri veður í 17 dagar íalt, hetta kann so ongantíð verða nøkur ránsveiða og sostatt skuldi ongin trupulleiki verið at sloppið av við hesa lítlu veiðuna sum vanliga liggur uml 400 tons árliga.

Tá vit grenja um veður og annað, kunnu vit bert lata tankarnar fara til hesar oyggjabúgvarnar, sum eisini skulu liva av havinum.

Einaferð fluttu eingilskmenninir alt fólkið av oynni, tað var ov dýrt at hava tey búgvandi har, men tað vísti seg at fólkið treivst ikki at búgva í Onglandi og eftir nøkrum árum, fluttu tey aftur til oyggjarnar, har tey vóru fødd og uppvaksin, vit kennast við hettar sama “laksasyndromið”, tí nógvir føroyingar koma heimaftur, beinanvegin høvi býðst, hóast teir hava góð størv við góðum lønum uttanlands.

Vit kunnu bara ásanna, at Pól F hevur rætt, tá hann í eini yrking sigur: “Urtin trívist best har rótin rann”. Í hesum og MSC málinum, eru vit undir somu lagnu, sum oyggjabúgvarnir á Tristan Da Cunha, sum nú hava fingið teirra veiðu MSC góðkenda.
fjarskotnu oyggjarnar  -  Tristan da Cunha