Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Nú er vaktarskifti farið fram á Havstovuni, Hjalti í Jákupstovu sum hevur verið skipari í nógv ár hevur mynstra av og Eilif Gård hevur stilla seg til róðurs.

Havstovan er okkara fremsti granskingarstovnur og tað er ikki altíð so takksamt at vera á brúnni har, men Hjalti sum nú er farin skal eiga takk fyri at hann hevur tora at sagt frá sínari sannføring, hetta hevur ikki altíð verið væl móttikið og ofta hava vit her í húsinum verið so rúkandi ósamdir og tað skulu vit hava loyvi til. Tá Havstovan kemur til eitt úrslit skulu  teir siga frá hesum, teir eru jú fremstu ráðgevar hjá Landstýrinum og fáa løn fyri tað. Alt annað vildi verið ósømuligt frá teirra síðu.
Vaktarskiftið á Havstovuni
1. mars 2010
Mynd: Vilmund Jacobsen. (myndamaður á Sosialinum)
Hjalti í Jáupsstovu, nú fyrrverandi stjóri á Havstovuni og eftirmaðurin, Eilif Gaard
Tað er púra vanligt at fiskifrøðingar  og teir sum eru í vinnuni hava ymsar meiningar, í so máta eru vit ikki nakað undantak, men felags áhugin er, at vit fáa sum mest burturúr tilfonginum í havinum, har eru vit so rørandi samdir, ósemjan er um hvussu vit náa hesum málið.

Hjalti hevur nú í nógv ár verið ímyndin av Fiskirannsóknarstovuni og nú fyri kortum var navnið broytt til Havstovan, og beint eftir navnaskifti kom so vaktarskiftið.

Eilif Gård skal verða vælkomin og vit ætla at hava eitt gott samskifti við stovnin, sum skal ráðgeva okkum.

Viberg Sørensen