Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802

Betur útlit hjá línuskipunum
1. mars 2010
Gongdin hjá okkara línuskipum hevur higartil í ár verið munandi betri enn somu tíð í fjørð. 2009 var merkt av stórum trupuleikin, óvanliga vánaligum fiskiskapi og sera vánaligum fiskaprísi. Í fjørð var ein av stóru trupuleikunum eisini, at ringt var at manna skipini, men við tí veksandi inntøkuni og arbeiðsloysi á landi, er tað lættari at manna skipini nú, alt annað hevði eisini verið ónatúrligt.
Nú síggja teir sum dríva línuskipini ljósari uppá framtíðina, tað er soleiðis í fiskivinnuni, at bara ein góður túrur kann geva monnum móti aftur, og nú sær veruliga út til at fiskiskapurin er betri og prísurin er á veg uppaftur.
Tað vóru fleiri skip sum ikki hóðraði undan í 2009 og tað ger so at skipini eru færri í talið nú. Hetta ger, at betur pláss er at royna í hjá teimum sum eftir eru og eigur so aftur at geva meira til hvørt skipið.
Nú eru 17 línuskip til fiskiskap, hetta meta línumenninir vera eitt hóskandi tal til skilagóða drift á okkara grunnum. Tá vit byrjaðu hesa nýggju øldina vóru tað eisini 17 skip.
Tá skipini vóru mest í tali vóru tey 27, kanska hetta sigur okkum at 17 skip er tað rætta.