Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
shipown@post.olivant.fo
Svartkjaftasemjan avgreidd
26. februar 2010

Í hesi vikuni útskrivaði Fiskimálaráðið svartkjaftaloyvini hjá nótaskipunum sambært tí semju, sum øll reiðaríini, sum høvdu svartkjaftakvotu í fjør, tóku undir við. Landsstýrismaðurin avgjørdi í fjør at broyta svartkjaftakvotuna frá felagskvotu til eginkvotu, men ónøgd var við býtið í pørtum av vinnuni og politisku skipanini.

Vinnan er samd um, at við eginkvotum ber til í nógv størri mun at gagnnýta kvoturnar. Skuldi haldast fram við eginkvotum, var tað ein treyt hjá landsstýrismanninum, at vinnan kom ásamt um eitt býti, og fyrr í hesum mánaðinum eydnaðist tað at finna eina semju, sum allir limirnir í Felagnum Nótaskip og Felagnum Ídnaðarskip kundu taka undir við.

Skipini hava nú fingið fiskiloyvini, og Norðborg er nú sum tað fyrsta skipið á veg í ES-sjógv at fiska svartkjaft. Nógv norsk nótaskip hava verið á svartkjaftaveiði í ES-sjógvi. Tey hava havt góðan fiskiskap vestur úr Írlandi suður ímóti Porcupine Bank.

Í januar plaga nótaskipini at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi, men av tí, at fiskiloyvini ikki eru útskrivað fyrr enn nú, hava skipini verið á sild í januar og februar.

So mikið av lodnu hevur verið at sæð í íslendskum sjógvi, at lodnukvota er útskrivað. Eftir fiskiveiðiavtaluni við Ísland eiga føroysku nótaskipini 5% av kvotuni, og higartil hevur hetta givið nótaskipunum 7.500 tons. Tey flestu skipini hava fiskað sína kvotu seinastu tvær vikurnar.

Nú fara skipini á svartkjaftaveiðu í ES-sjógvi, men tað verður skjótt at fiska kvoturnar, tí ein skipakvota er bert sløk 4.000 tons. Tí verða ikki nógvir fiskimøguleikar hjá nótaskipunum út á várið.