Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802

Vit taka undir við boðskapinum hjá Jóannes Eidisgaard um, at framleiða fiskin umborð
26. februar 2010
Á fundinum sum Vinnuhúsið skipaði fyri setti Formaðurin í Javnaðarflokkinum spurning við um ikki tíðin er farin frá flakavirkjunum sum vit kenna tey í dag. Jóanes helt at tíðin kanska er komin til at vit fara at viðgera fiskin umborð. Hann vísti til at besti og feskasti fiskurin fæst í dag frá flakabátunum sum framleiða umborð.
Hetta gleðir okkum at hoyra, og vit í Reiðarafelagnum hava fleiri ferð víst á at nógvir trupuleikar høvdu verið loystir um hesin møguleikin var til staðar.
Vøran skipini fáa,verður nógv betri, túrarnir kunnu leggjast betur til rættis, prísurin vit fáa verður eisini hægri tí panikkurin av at selja feskan fisk tá túrurin er av verður burtur.
Vit vóna at hasir tankarnir vinna frama í politiska umhvørvinum, og at stuðla verður undir at vit fara at byggja nýggj skip til heimaflotan sum kann draga ungt fólk til sín.
Støðan í dag er ikki so ólík støðuni seinnu helvt í hálvtrýssunum tá vit høvdu ein niðurslitnan flota og menn í hópatali fóru til Íslands at sigla.
Tá áttu vit polittikkarar sum sóu álvaran í støðuni og skipaðu fyri at vit fingu ein nýggjan flota sum er grundarlagi undir allari vælferðini hjá okkum.