Gongin 10
Postsmoga 361
110 Tórshavn
FØROYA REIÐARAFELAG
faroe shipowners´ association
tel +298 311800
fax +298 320380
fartel +298 281801
fartel +298 211802
Umhvørvismerktur fiskur ávegis til brúkarin
20. januar 2010
Danska fiskivinnan gongur tann umhvørvisliga vegin, og arbeiða við at fáa donsk fiskasløg góðkend til, at bera tað internationala góðkenda MSC-merki. MSC stendur fyri Marine Stewardship Council og er eitt blátt merki, sum burðardygg veiða kann seta á sína vøru.
Danskarar hava fingið góðkent veiðu eftir makreli, jákupskel og sild. Og nú hava teir vónir um at fáa hesa góðkenning á trý onnur fiskasløg, tosk, upsa og reyðsprøðku seinri í ár.
Danska Matvørustýrið, hevur tíðindaskriv á teirra heimasíðu, har teir siga, at brúkarnir innan eitt ár kunnu keypa danskan tosk, reyðsprøku og upsa við merki, sum vísir, at fiskurin er veiddur við atliti til umhvørvi og fiskatilfeingi.
Matvørustýrið stuðlar
Teir stuðla fiskivinnuni við yvir 2 mill. krónum, til undankanningar til MSC-góðkenningar til hesi trý fiskasløgini - til gagns fyri vinnuna og forbrúkarin.
Umhvørvisgóðkenningin gevur forbrúkarinum betur kunnleika um fiskiskapin, og gevur fiskimonnum eina góða grund til at passa enn betur uppá natúruna, tá teir veiða.
Danmark er eitt av verðins størstu útflutningslondum av fiski, og tí er tað rætt, at donsk fiskivinna satsar á eina altjóða góðkenda merking, sigur matvøruráðharrin Eva Kjer Hansen.
Íalt eru 61 fiskiskapir MCS-góðkendir í heiminum í dag. Herav er fýra, sum nevnt danskir, og nú eru trý onnur á veg, siga teir at enda í tíðindaskrivinum.