Er okkara fiskiveiða burðadygg?
8. februar 2010
Spurningurin um burðardygd av okkara fiskiskapi er nógv frammi í løtuni. Hetta hava vit sjálvandi einki ímóti, tí er tað nakað vit skulu fara væl um, so er tað grundarlagið undir okkara tilveru.
At vit ikki hava duga nóg væl, at umsitið okkara fiskastovnar, eru ákærur vit dagliga hoyra, og nú eru vit komnir hartil at fleiri keyparar nokta, at keypa okkara fiski, um vit ikki verða góðkendir av MSC o. ø. felagsskapum.
Føroyingar hava valt, at stýra fiskiskapanum á landgrunninum við eini fiskidagaskipan, har nøkur skip tó eru uttanfyri. Hendan skipan, er tað vit halda er frægasta amboðið at regulera fiskiskapin við. Nú hava vit havt hesa skipan í nøkur ár og kunnu vit væl skjalprógva søguna hjá skipanini, við sera góðum hagtølum, sum neyvan nakað annað land hevur. Eru brek við skipanini, er bara eitt at gera og tað er at rætta tey.
Útlendingar hava fingið eyguni á okkara skipan og seinasta heyst fingu vit eisini herðaklapp frá 1.200 fiskifrøðingum um allan heim sum vóru spurdir um hvørji lond vóru best til at umsita sítt fiskiríkidømi og har gjørdist vit nr. tvey, sum má sigast at vera óført.
Hyggja vit hvussu okkara nærmastu grannar røkja sínar fiskastovnar, mugu vit ásanna at okkara skipan er góð. Teir hava allir stórar trupulleikar við teirra kvotaskipanum. Fiskaríkommiserurin í EU ásannaði í fjørð í talu til Kommisiónina, at fiskivinnupolitikkurin má endurskoðast allur sum hann er, tí teirra kvotuskipanin hevur spælt fallitt og nevndi hann møguleikan at fara til eina dagaskipan, sum okkara.
Ísland sum eisini hevur kvotur hevur sínar trupulleikar at dragast við, tá tað kemur til at taka sær av smáfiskinum.
Størsta avbjóðingin er nú, at vit hyggja aftureftir og síggja hvat skeivt er gjørt og taka við læru av tí. Síðani hyggja frameftir og taka røttu avgerðirnar, hóast fylgjunar kunnu verða truplar at byrja við. Rætta løtan at regulera fiskidagaskipanina er júst nú - vit hava ikki ráð at bíða.
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen viðgerð henda spurningin í greini “Vit mugu venda aftur til útgangsstøðið í skipanini”