Skálaberg Málið
8. desember 2009
Málið um Skálaberg, ið liggur í Murmansk, er nú komið hartil, at myndugleikarnir mugu brúka alla orku til at loysa skip og manning úr tí fangaskapi teir veruliga eru komnir í.
Vit kunnu ikki góðtaka, at eitt av okkara skipum verður viðfarið á hendan hátt. Skálaberg hevur verið til fiskiskap og hevur fingið loyvið, at fiska tað hann hevur í lastini og skipið hevur heldur ikki verið á stongdari leið.
Tað sum málið snýr seg um er, at fiskiloyvið er eitt avrit og einans navnið á skiparanum sum er heima, stendur á loyvinum. Hesi bæði punktini, siga russara, hava ikki nógv uppá seg.
Trupulleikin er, at boðini sum fiskimálaráðið hevur sent russum, um at Skálaberg hevur fingið loyvi at fiska kvotuna hjá Sundaberg, eru ikki komin á rætta stað. Hetta skal vera grundin til, at teir hava lagt hald á skip og manning. Teir hava nú skjótt liðið í Murmansk í tríggjar vikur uttan dómsviðgerð ella sektaruppskot, tað er púra ófatuligt fyri okkum, sum virða og liva undir skipaðum korum.
Føroya Reiðarafelag kann á ongan hátt góðtaka hesa mannagongd.
Tíðin er komin til, at danski uttanríkisráðharrin kemur inn í myndina og syrgir fyri at skip og manning verður leysgivin, hetta er einki annað enn nýmótans sjórøvarí sum vit ikki sæð áður.